Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tá útlitini fyri koppseting eru so góð, sum tey tykjast nú, kunnu vit so smátt byrja at vænta, at ringu búskaparligu avleiðingarnar av koronu fara at hasa av næsta ár. Um vit eru ordiliga heppin við einum ella fleiri av koppingarevnunum, so verður hetta kanska enntá í fyrru hálvu av 2021.

Tað skrivar BankNordik í síni seinastu Markets Update frágreiðing.

Partabrøv hækkaðu umleið 5 % tann dagin, fyrstu góðu koppingarúrslitini vórðu almannakunngjørd. Síðan hava tey ikki flutt seg stórvegis, lutvíst tí at stóru íleggjararnir longu høvdu tikið gleðina upp á forskot. Tí kann tað henda, at kursirnir á partabrøvum lækka eitt sindur aftur komandi tíðina, hóast koppingarevnini avgjørt eru grundleggjandi góð tíðindi fyri partabrævamarknaðin.

Hyggja vit yvirskipað eftir gongdini, so eru alheims partabrøv hækkað í miðal meira enn 40% síðani kursbotnin í mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo