Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í døgunum 13. - 17. apríl verður aftur páskastevna í Kelduni í Skálafirði.

"Tað er við stórari gleði, at vit í ár opna dyrnar og bjóða øllum vælkomnun til páskastevnu í Kelduni." sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.

Serliga verða tað útlendskir gestir, sum mynda skránna í ár. Dr. Thomson K. Mathew kemur úr Amerika, og Cecilia Chan kemur við einum toymi úr Singapor.

Thomson K. Mathew hevur í mong ár verið rektari á Oral Roberts universiteti í Amerika. Hann hevur talað runt allan heim, í fleiri umførum í samkomuni hjá Yonggi Cho, sum hevur heimsins størstu samkomu.

Cecilia Chan er ein slóðbrótandi kvinna, ið hevur stovnað samkomuna Heart of God Church í Singapor. Í dag telur henda samkoma uml. 3.500 fólk og miðalaldurin er 21,8 ár. Í fylgi við henni er eisini Charleston Lim, ið er partur av hesi samkomu.

Á skránni verða m.a. kvøldmøtir, barnamøtir, syngið við, leiðsluseminar og ungdómstiltøk.

"Páskastevnan er ætlað øllum og vit vóna at síggja nógv fólk" siga fyrireikarnir at enda.

Meiri kunning er at finna á www.keldan.fo og www.paskir.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo