Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Okkurt bendir á, at vátt er komið í reiðrið hjá tí her á landi so illa lýdda djóraverndarfleagsskapinum Sea Shepherd og stovnaranum Paul Watson. Sum skilst er tað amerikanska deildin av Sea Shepherd sum ikki longur fær stuðul frá stovnaranum, sum kortini boðar frá, at hann stuðlar og fremvegis er partur av altjóða deildini.

Í eini dagføring á facebook skilst, at Paul Watson kennir seg útihýstan.

- Ráð míni verða ikki fylgd, mínir stuðlar verða útihýstir og eg kenni meg reduseraðan til ein sum bara fær løn fyri at vera frontfigurur, og eg sleppi ikki at leggja herferðir til rættis og siga mína hugsan alment, sigur Paul Watson millum annað í dagførinigini á facebookvanganum.

Sambært Paul Watson ætlar nevndin at leggja seg meira eftir at gera vísundaligt arbeiði ímeðan hann sjálvur vil sleppa at brúka vald til at steðga tí sum sambært honum er ólóglig veiða av fiski og súgdjórum í havinum.

- Nýggja nevndin í Sea Shepherd USA er farin eina leið, sum eg ikki taki undir við, og tí er tað mær ein lætti at boða frá, at eg ikki eri partur av hasum longur, sigur Paul Watson, sum kortini heldur fram sum limur í Sea Shepherd Global.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo