Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá Frans pávi í gjár helt sína siðbundnu jólaprædiku í Pæturskirkjuni í Vatikaninum eggjaði hann fólki til at fevna dygdirnar hjá eyðmýktini og lítillætninum, heldur enn altíð at vera sjálvsøkin og stórlátin.

- Lat okkum ikki gráta um tað, vit kortini ikki hava. Lat okkum halda uppat at gremja okkum, og lat okkum halda okkum frá tí grammleikanum, sum altíð ger okkum ónøgd, ljóðaðu orðini frá ovastanum í katólsku kirkjuni jólanátt.

- Jólini eru ein tíð, tá vit øll mugu royna at finna dirvið til at taka brynjuna av, lata okkum úr okkara vanligu leiklutum, okkara sosialu viðurkenningum og alt tað sum glitrar í hesum heimi, og í staðin fevna eyðmýktina og lítillætni, prædikaði pávin.

Um 1.500 fólk vóru til staðar undir gudstænastuni, í munnbindi og frástøðu. Vanliga eru eini 10.000 fólk til staðar, tá pávin prædikar jólaaftan.

Pávin tosaði um jesusbarnið, sum varð borið í heim av fátækum fólkum. Og hann heitti á fólk um at minnast, at tað týdningarmesta í lívinum er at vera ein góður næsti, heldur enn at brúka lívið uppá at jagstra sosialan status, ríkidømi og viðurkenning frá øðrum.

Pávin minti eisini á, at tað vóru arbeiðsfólk - hirðarnir - sum funnu jesusbarnið og vóru teir fyrstu at síggja tað í Betlehem. Hann minti á, at arbeiðandi fólkið hevur krav uppá viðurkenning og virðing. Og hann segði, at alt ov nógv arbeiðsfólk doyggja ímeðan tey eru til arbeiðis kring um í heiminum.

- Her á lívsins degi, latið okkum so endurtaka: Ikki fleiri deyðsfall á arbeiðsplássinum.

Altjóða Arbeiðarafelagsskapurin (ILO) sigur, at kring heimin doyggja yvir ein millión fólk hvørt ár, ímeðan tey eru til arbeiðis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo