Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frans pávi er í dag komin aftur til griksku oynna Lesbos, sum eisini var miðdepil í kreppuni við migrantum tá hann vitjaði har í 2016.

- Latið okkum nú standa saman um at steðga hesi kollsiglingini av allari siðmenning, segði Pávin um viðferðina sum migrantarnir fáa í ES.

Pávin vitjaði millum annað fleiri flóttarfólkalegur, og á vitjan í Athen í gjár segði hann, at tjóðskaparlig spjaðing í ES er veruliga orsøkin til, at tað gongst so illa at taka sær av øllum flóttarfólkunum á europeiska kontinentinum.

84 ára gamli Frans pávi nýtti høvið til at fordøma umstøðurnar í flóttarfólkalegunum og segði, at tað mest av øllum líktist trælahaldi og torturi.

Yvir 1500 flóttarfólk eru higartil í ár druknað ella eru horvin í royndini at sleppa til Europa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo