Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Okkurt bendir á, at tað eisini prutlar undir lokinum hjá teimum sum manna eitt nú barnagarðar, vøggustovur og aðrar stovnar í Føroyum. Føroya Pedagogfelag hevur gjørt vart við, at heldur ikki har eru tey nøgd við ta lønina og kanska serliga ta plaseringina á lønartalvunum, sum tey hava í mun til onnur.

Nevndin fundast í løtuni innanhýsis og við álitisfólk fyri at kunna um støðuna, og fyri at vita, hvat baklondini halda um støðuna.

Samráðingarnar við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum hava tikið støði í tí sáttmálanum sum Starvsmannafelagið longu hevur gjørt, og tað vilja Pedagogarnir ikki finna seg í. Júst sama støða gjørdi seg galdandi hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum nú eru í verkfalli.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, segði við Kringvarpið í morgun, at tey ivast í um tað nyttar nakað at fara á ein fund við Fíggjarmálaráðið, sum ætlandi skal vera mánadagin.

Eins og hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er útbúgvingin hjá pedagogum nú á bachelorstigi, men tað sæst ikki aftur í lønini, meina tey.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo