Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Pedagogfelagið: Ikki long er tíð gingin síðani ein kommunal leiðsla var í fjølmiðlunum og tosaði um eitt ítøkiligt mál, á einum dagstovni. Nú er hetta hent aftur.

Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum kl.18 mánakvøldið 24. juni, verður eitt ítøkiligt mál, í frítíðarskúlanum á Eiði, viðgjørt. Føroya Pedagogfelag vil við hesum aftur átala, at viðurskifti hjá limum felagsins verða viðgjørd í almenna rúminum, uttan at allir partar kunnu verða hoyrdir.

Vit heita eisini á fjølmiðlarnar um at vísa størri etiska ábyrgd og varsemi, m.a. við at hugsa um persónin handan málið.

At øll starvsfólkini á einum stovni brádliga ynskja at verða loyst úr starvi, er ikki ein støða sum er íkomin frá degi til dags, men sum kann hava verið ávegis leingi. Leiðslan í kommununi hevur verið vitandi um trupla arbeiðsumhvørvið í langa tíð, uttan at verulig stig eru tikin fyri at loysa trupulleikan. Úrslitið er sera óheppið.

Føroya Pedagogfelag vil tí aftur heita á arbeiðsgevaran um at vísa leiðarunum álit og veita fíggjarligt og fakligt rúm soleiðis, at tað ber til hjá leiðarunum at virka á ein fullgóðan námsfrøðiligan hátt.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag tekur somuleiðis fult undir við skrivinum frá felagsins leiðararáði.

Skrivið sæst her: pedagogfelag.fo/news/leidararadid-so-hendi-tad-aftur/

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo