Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Pedagogfelag skal gera tað púra greitt.

Pedagogfelagið tekur ikki undir við ætlanunum hjá Tórshavnar Kommunu at skipa eindarleiðslur á dagstovnaøkinum, hóast Gunnvør Balle hevur miðlað hetta.

Hetta eru eisini boðini kommunan hevur fingið frá felagnum, tá ið felagið er blivið kunnað um ætlanirnar hjá kommununi.

Pedagogfelagið hevur ongantíð fingið nakra skrivliga kunning um ætlanina, men bert munnliga framløgu.

Hetta er ikki ein ætlan, sum Pedagogfelagið hevur haft møguleika at hava ávirkan á, men ein toppstýrd ætlan hjá Tórshavnar Kommunu.

Pedagogfelagið hevur mælt kommununi til at byrja í øvutun enda.

Styrk og hækka normeringina og gev leiðarunum tær resurcir, ið eru neyðugar fyri at fáa økið at virka betur.

Pedagogfelagið hevur mælt kommuni til at lurta eftir dagstovnaleiðarunum, sum longu eru á økinum.

Trupulleikin er ikki fíggjarstýringin hjá leiðarunum. Trupulleikin er, at stovnarnir eru undirfíggjaðir, soleiðis, at ikki ber til at varðveita dygdargott virksemi.

Pedagogfelagið hevur mælt kommuni til at taka leiðslurnar út úr normermeringini.

Í dag verða tímar tiknir frá børnunum fyri at fíggja leiðaran. Hetta kann ikki verða rætt tí tað merkir, at normeringin til tíð millum børnini gerst lægri.

Vit harmast framgongdina hjá kommununi. Í einari so stórari bygnaðarbroyting hevði tað sømt seg betur fyri kommununa at fylgt vanligum mannagongdum, og ikki minst avtalunum, ið eru á økinum.

Vit skulu vísa á § 5 í álitisfólkaavtaluni: ”Álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðsluni ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum”.

Starvsfólk, leiðslur, álitisfólk og Pedagogfelagið eru ikki hoyrd í hesum máli. Hesi hava ongan møguleika haft at ávirka tilgongdina fyrr enn avgerðin er tikin av umsitingini og býráðnum.

Føroya Pedagogfelag skal tí enn einaferð heita á Tórshavnar Kommunu um at steðga á við ætlanini, og brúka peningin har sum tørvurin er, og har hann veruliga ger mun.

Hetta er: meira tíð til børnini.

FØROYA PEDAGOGFELAG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo