Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í staðin fyri at koma aftur til samráðingarborðið, hava Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hert stríðið við einum verkbanni móti okkara limum, ið starvast í skúlunum.

Hetta stigið vísir heilt greitt manglandi viljan hjá arbeiðsgevarunum at finna eina semju.

Vit hava ferð eftir ferð víst á, at ein hóttandi kreppa liggur fyri framman fyri alt námsfrøðiliga økið, ið kemur at mangla fleiri hundrað starvsfólk komandi árini, um broyting ikki kemur í. Hetta er ein kreppa, ið fer at raka okkara veikastu borgarar og børnini.

Búskaparráðið hevur eisini ávarað um hetta, men í staðin fyri at lurta eftir serfrøðini, hevur landsstýrismaðurin nú skift alt Búskaparráðið út. Avrokningin fyri reiðiligt arbeiði var kontant, akta ella finn hurðina.

Tað er sami arbeiðsháttur, ið nú verður nýttur við verkbanninum. Føroya Pedagogfelag hevur við 24 tíma verkføllunum roynt ikki at raka vanliga borgaran ov meint. Samstundis hava vit heitt á arbeiðsgevararnar um at koma aftur til samráðingar, tí vit mugu saman finna langtíðar menniskjaliga haldførar loysnir.

Men hesin háttur hóvar ikki Fíggjarmálaráðnum. Eisini her er kontant avrokning við verkbanni, ið rakar tey hart, ið eitt nú hava tørv á stuðli í skúlunum.

Vit fara at heita á arbeiðsgevararnar um heldur at brúka orkuna til at bjarga námsfrøðiliga økinum undan avfólking, enn at spæla við vøddunum.

Lýstu arbeiðssteðgirnir frá Føroya Pedagogfelag eru í lagið og fult lógligir. Hetta veit arbeiðsgevarin eisini, og hevur tí valt ikki at royna málið í Fasta Gerðarætti. Tað er har man loysir eina slíka trætu.

FØROYA PEDAGOGFELAG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo