Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit í nevndini taka í egnan barm, og harmast um okkara útmeldingar í gjár. Hetta var í veruleikanum eitt neyðarróp vegna okkara limir, tí politiski myndugleikin ikki lurtar.

 

Vit eru greið yvir, at námsfrøðingar, sum øll onnur mugu taka eitt eyka tak fyri samfelagið í hesum døgum, og tað gera okkara limir sanniliga eisini.

 

Vit hava limir, ið eru eru settir í sóttarhald saman við borgarum við serligum tørvi. Námsfrøðingar og hjálparfólk hava verið til arbeiðis í skiftivaktum, í hægstu smittutíð, á teimum stovnum, har opið hevur verið alt tíðarskeiðið. Vit hava enntá limir, ið eru smittaðir í arbeiðstíð. Aðrir limir hava flutt arbeiðsstað til eldra- og røktarøki.

 

Námsfrøðiliga arbeiðið er nærleiki, og til ber ikki at fremja okkara arbeiði uttan nærleika, tí eru okkara limir serliga útsettir. Hetta hava vit eisini gjørt vart við.

 

Tað er ein politisk og ikki ein heilsufrøðilig avgerð, tá Landsstýrið velur at lata dagtilboð undir Almannaverkinum, dagstovnar, frítíðarskúlar og skúlar upp til triðja flokk uppaftur 20. apríl. Hetta váttaði einasti smittuserfrøðingur í Føroyum, Shahin Gaini, eisini.

 

Okkara ynski fevna millum annað um, at trygdarbólkar skulu eftirmeta og tillaga tiltøkini á einkulta stovninum, at tal verður sett á hvussu stórir “smærri bólkar” eru, at fermetratal verður staðfest. Men vit eru ikki tikin við uppá ráð, ístaðin hava vit fingið nakrar týddar vegleiðingar úr Danmark til ummælis. Vegleiðingar, ið als ikki fevna um tey tiltøk, ið vit hava víst á.

 

Tí var neyðugt at rópa varskó. Vit eru greið yvir at boðskapurin um vandaviðbót var óheppin, men hann bleiv settur fram, fyri at fáa myndugleikarnar í tal og at skilja álvaran.

 

Tað er ein politisk avgerð at seta fólk í vanda við at lata upp aftur, tí eigur tað eisini at vera sjálvsagt, at starvsfólkini, ið vera sett í hesa støðuna, fingu møguleikan at ávirka tær reglur og skipanir, ið skulu vera galdandi, tá stovnarnir lata hurðarnar upp aftur.

 

Vit heita tí inniliga á Landsmyndugleikarnar og kommunurnar, um at gera eins og Klaksvíkar kommuna, at útseta upplatingina, so allir partar fáa møguleikan at arbeiða við ætlanunum.

 

Føroya Pedagogfelag

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo