Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Lat á ongan hátt verða iva um, at alt yvir null er ov nógv, tá talan er um pedofilibrotsverk. Men tað er ein sannroynd, at tað eru tilburðir enn, sum koma undan kavi. Men, hvussu skulu vit steðga hesum á besta hátt? Vit hava enn tørv á tiltøkum, sum forða fyri, at slíkt hendir.

 

Tað er torført at greina trupulleikan í Føroyum, tí vit hava ikki so nógv hagtøl, og tað kann eisini verða trupult at gera slík tøl ítøkilig, tí málini gerast so persónlig. Eg fari at vísa til, hvat hendir í Danmark, og hvat vit kunnu taka til okkara.

 

Pedofili kann deilast í tríggjar yvirskipaðar bólkar:

 

- Gera seg beinleiðis kynsliga inn á børn

- Dyrka barnaporno

- Tann bólkurin, sum gerð bæði tvey

 

Hesi eru øll beinleiðis kriminellar gerðir, og tí kunnu verða dømd. Við hesum eru nógvir aðrir undirbólkar sum incest og annað.

 

Hjálp eigur at veitast

 

Vísandi til eina danska ritgerð, so er gongd í einum máli í Danmark um at veita teimum hjálp, sum hava girndarhuga á børnum, áðrenn tey handla upp á sín hug. Sjálvandi hava øll normalt hugsandi andstygd fyri slíkum gerningum, sum at gera seg kynsliga inn á børn, men hvussu kunnu vit steðga teimum, áðrenn tey koma so langt. Tankin við hesum kemur av, at ein kanning vísir, at tað eru relativt fáir persónar, sum hava hesar tankar um børn.

 

Eftir somu ritgerð, sum áður nevnt, hava bara 12% av fólkunum, sum hava hug til pedofili ynskt at leita sær hjálp. Hetta er eitt stórt tabu, og tað er eisini væl skiljandi, tí tey, sum hava slíkar girndir hava eisini stóran ótta fyri at verða stigmatiserað, dømd, missa familju, vinir og annars alt sosialt lív. Eg meti, tað hevði verið gott hjá einum í slíkari støðu at havt onkran at vent sær til - onkran at fáa vegleiðing og hjálp frá, áðrenn tað kemur ov langt.

 

Ein klókur maður segði einaferð, at tú kanst ikki forða fuglum at flúgva yvir høvdinum á tær, men tú kanst forða teimum at byggja reiður á høvdinum.

 

Tað er munur á girndarhugi og einari framdari gerð. Eingin hevur virðing fyri girndini, men virðing skal vísast til tann, sum stendur ímóti eini slíkari girnd, og tí eigur hjálpin at veitast til tey, sum hava seksuellan hug á børnum.

 

Pedofili er ein ófyrigeviligur gerningur, men vit kunnu fyribyrgja nógv við at verða proaktiv. Í Danmark hava teir sett 5 mió. kr. av til at hjálpa teimum vaksnu at halda seg burtur frá sínum girndum. Tað kundi verið viðgerðir til dulnevndar persónar, har tey kunnu leita sær hjálp.

 

Henda hjálpin til fólk, sum eru í vanda fyri at gera seg inn á børn, skal virka fyribyrgjandi og sum ein eyka roynd at verja tey børn, sum kunnu verða rakt av hesum ágangi og brotsverkum.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo