Russiskar deildir hava ikki fult tamarhald á ukrainska býnum Kherson, sambært Pentagon. Tað skrivar The New York Times.
Kherson liggur har suðuri í Ukraina, og er eitt týðandi portur til Svartahavið.
Ukrainskar deildir stríðast móti russum, og russar hava ikki fult tamarhald á býnum, upplýsur Pentagon í dag.
Men hetta er ikki tað sama russar søgdu fyrr í dag. Tá var sagt at russar framvegis hava fult tamarhald á støðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo