Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Granskarar hava mett um effektina av hópvaksineringini í Ísrael og Katar.

Ísrael er tað landið í heiminum sum hevur vaksinerað mest og flest.

Í nátt kom so svarið upp á hvussu offensiva vaksinustratesjiin hevur eydnast.

Ísrael hevur so at siga eliminerað koronu sum heilsutrupulleika, uttan at hava vaskinerað ung.

Frágreiðingin er almannakunngjørd í The Lancet, og staðið fyri kanningini hava ísraelskir og amerikanskir granskarar.

Kanningin vísur at Pfizer og BioNTech vaksinan er millum 95 og 97 prosent effektiv móti til dømis at fólk doyggja, sjúkrahúsinnleggingum og bretska virusvariantinum.

Eisini í Katar hava granskarar sæð góð úrslit av hópvaksineringini í landinum.

Koronavaksinan hjá Pfizer og BioNTech er 95 prosent effektiv móti koronusjúkum í hesi kanningini, skrivar New England Journal of Medicine.

Dagens Medisin skrivar eisini um kanningina - les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo