At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ein málningur hjá kenda spanska listamálaranum Picasso er seldur fyri eina ørandi upphædd hjá aktiónshúsinum Christie's í New York. Málningurin, sum annars var mettur til 'einans' at vera verdur 338,5 milliónir krónur fekk eftir 19 minuttum hamarslag tá prísurin var komin upp á 554,3 mió kr - ella 64% meira enn hann var mettur til.

Tá ymisk avgjøld og ómaksgjøld eisini eru goldin hevur keyparin latið tilsamans 636,3 mió kr fyri málningin.

Hetta er ikki fyrstuferð at "Kvinna sitandi við vindeygað", sum Picasso málaði lidnan í 1932, er seldur, men tá fyri heilt aðrar upphæddir. Miðilin theartnewspaper.com skrivar, at í 1997 varð hann seldur fyri 46,1 mió kr. Men longu í 2013, tá hann aftur varð seldur, var prísurin 273,8 mió kr, alt íroknað.

Tó at hetta kann ljóða av nógvum, er tað onki ímóti tí sum metið er fyri ein Picasso málning. Tí í 2015 bleiv ”Les Femmes d’Alger” seldur fyri 1,1 mia kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo