Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kristiliga Tíðindatænastan: Týsdagin 14. juli komu deyðsboðini um Peter Maiden, fyrrverandi altjóða leiðari í OM (Operation Mobilisation). Á heysti í fjør fekk hann staðfest ógrøðandi krabbamein, og seinasta týsdag tók Harrin tænara sín heim í dýrdina. Hann náddi bert 72 ára aldur.

Peter Maiden var onglendingur. Føddur í norðurenska býnum Carlisle í apríl 1948, har hann vaks upp.

VITJAÐI Í FØROYUM
Hann og konan Win vitjaðu í Føroyum í november 2012, har hann m.a. hevði fleiri seminar í hølunum hjá Dansifrøði í Gundadali í Havn. Hesi seminar vóru væl vitjað. Peter Maiden og Win fingu trý børn, sum hava signað tey við 10 ommu- og abbabørnum.

SAMRØÐA ENDURSEND
Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS hevði samrøðu við Peter Maiden, tá hann vitjaði í 2012. Leiðslan í IKTUS hevur avgjørt at endursenda samrøðuna í hesi vikuni. Tað er Poul Jóhan Djurhuus, sum er vertur. Samrøðan verður tulkað til føroyskt. Vit ynskja, at Peter Maiden, hóast ikki við okkum meira, enn einaferð kann verða til signing og inspiratión.

SAMRØÐAN VERÐUR HESAR TÍÐIR
- mánadagin 20. juli kl.11:00 – kl.16:00 – kl.21:00 og náttina til
  týsdagin kl.02:00
- leygardagin 25. juli kl.11:00 – kl.16:00 – kl.21:00 og náttina
  til sunnudagin kl.02:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo