Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

So er aftur tíð til árliga tiltakið har ung, ið fara uttanlands at lesa kunnu fáa góð ráð um viðkomandi viðurskifti sum stinga seg upp, tá ið ein flytur uttanlands. 

Hetta er tíðin, tá hundraðtals føroyskar pisur fara av landinum at nema sær viðari útbúgving. Henda tíðin er sera spennandi, krevur nógva fyrireiking, og hevur nógvar spurningar við sær. Tí skipar Meginfelag Føroyskra Studenta, Altjóða Skrivstovan, Eik Banki og Føroysku Ráðgevingina í Danmark fyri Pisudøgum, so tey ungu skulu koma so væl frá byrjan sum møguligt.

Tiltakið er skipað soleiðis, at aftaná framløgur verður høvið at seta spurningar og tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum ein sjálvur, og harvið fáa svar upp á flestu  spurningar, sum stinga seg upp, tá farið verður uttanlands at lesa og seta búgv.

Eisini verður okkurt ábit til góman, og so koma Danny & the Veetos at spæla og syngja, ímeðan høvdið verður at “mingla” við onnur.

Pisudagarnir 2016 verða týskvøldið 2. august kl. 19.00 á deildini hjá Eik í Klaksvík, og mikuvøldið 3. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn.

Skrá
•    Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

•    Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

•    Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná, tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.

•    Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.

•    Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK, MFS, Eik og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

•    Danny & the Veetos spæla og okkurt gott verður til góman

Les meira um tiltøkini á mfs.fo, setur.fo/ask/ ella á eik.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo