At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í skjótt 40 ár eru blóðroyndir av at kalla øllum nýføddum føroyskum børnum goymdar á PKU-kortum í einum biobanka hjá Statens Serum Institut. Royndir at fáa tilfarið heim hava higartil verið til fánýtis, men nú hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum biðið danska heilsumálaráðharran um at taka málið upp.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vil nú hava føroysku PKU-kortini, sum eru blóð-screeningar av nýføddum børnum, heim til Føroya at varðveita og at vera til taks at brúka í føroyskum granskingarhøpi. Í tí sambandinum hevur hann vent sær til danska starvsbróður sín, Magnus Heunicke, at biðja hann taka málið upp.

Síðan 1982 eru øll foreldur at nýføddum børnum í danska kongaríkinum spurd, um tey vilja, at ein sonevnd PKU-blóðroynd verður tikin av barninum at kanna, um barnið hevur ávísar álvarsamar sjúkur.

PKU-kortið er uppkallað eftir eini serstakari ílegusjúku, ið nevnist PKU (phenylketonuri) ella Føllings sjúka, men við blóðroyndini, sum verður tikin í hælinum á nýfødda barninum, verður eisini kannað fyri fleiri aðrar sjúkur.

Næstan øll foreldur siga ja til kanningina, og blóðroyndin verður síðan goymd og skrásett á einum PKU-korti. Síðan skrásetingin byrjaði, eru øll kortini, eisini tey føroysku, goymd í einum biobanka hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Føroyska heilsuverkið hevur í fleiri ár roynt at fáa hetta tilfarið heim, men tað hevur higartil verið til fánýtis. Tí hevur landsstýrismaðurin nú gjørt av at taka málið upp á politiskum stigi.

Hetta er tilfar, ið viðvíkur føroyskum borgarum, og tí eigur tað at verða varðveitt í Føroyum, so tað verður handfarið eftir føroyskum reglum eitt nú í sambandi við gransking. Eftir mínum tykki er tað sjálvsagt, at vit fáa hetta tilfarið heim, og eg havi eisini góðar vónir um, at tað skjótt fer at eydnast”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo