Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tvøroyrar kommuna: Nú er aftur eitt høvi til at hjálpa við at planta í nýggju viðarlundini við Stórá á Tværoyri.

Í heyst settu 30 sjálvboðin uml. 1000 trø og runnar niður, og hetta var fyrsta stig í einari ætlan, ið fevnir um 13.000 m2.

Í gerandisdøgunum í páskafrítíðini er nú ætlanina aftur at gróðurseta 1000 trø, tískil er tørvur á sjálvbodnum, ið kunnu hjálpa í styttri ella longri tíð, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Byrjað verður at planta týsdagin 22. mars.

Tey sum vilja hjálpa kunnu møta kl. 9:30 í Ítróttardeplinum við Stórá, har ein kaffimunnur verður at fáa.

Myndir: Træplanting í Trongisvági 12-10-2015

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo