Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í 12 prosentum av førunum vóru leivdir av plasti funnar í reiðrum hjá sjófugli í Føroyum og øðrum londum, vísir nýggj kanning, sum er kunngjørd í ritinum Marine Pollution Bulletin.

Tað skrivar Evening Standard.

Serfrøðingar kannaðu reiður hjá sjófugli í Føroyum, Svøríki, Noregi, Íslandi og Stórabretlandi.

Gott og væl 10.000 reiður vórðu kannaði av granskarunum frá lærda háskúlanum University of the Highland and Islands.

Kanningarnar vardu frá 2016 til 2020 og 14 ymisk fuglasløg vórðu kannað.

Ringast fyri í so máta er lundin, har óviðkomandi órudd varð funnið í 67% av øllum kannaðum reiðrum.

Dr. Neil James, sum var við til at gera kanningarnar, sigur, at tær vísa týðuliga, at trupulleikin við plastdálking er álvarsligur í norðurhøvum, og at summi fuglasløg eru verri fyri enn onnur.

- Serliga ringt er tað fyri fuglin, sum kann fløkjast uppí plasleivdir av ymiskum slagi, og eisini fáa trupulleikar við sodningini, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo