Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Platform er eitt nýtt tiltak fyri ung í Vágum. Platform sprettur úr TeenStreet leguni, sum var í Sørvágs skúla í august.

Talan er um eitt størri forum við nógvari orku, lovsangi, viðkomandi boðskapi, felagskapi, forbøn og stuttleika. Tvey hóskvøld um mánaðin er Platform+ (pluss), tá verður fari djúpri við ymiskum evnum og bíbilundirvísing, har meiri fokus er á at vaksa, sum ungur kristin í trúnni.

Ætlanin er at hava Platform eitt leygarkvøld um mánaðin í bygdarhúsinum í Miðvági. Fyrsta tiltakið verður leygarkvøldið 3. okt. kl. 21.

Handan Platform eru nøkur, sum hava tilknýti til ymiskar samkomur í oynni. Vit ynskja at standa saman um komandi ættarlið, at tey fáa møguleikan fyri góðum og kristnum felagsskapi við onnur ung, sum vaksin.

Platform er á sosialu miðlunum. Finn okkum á Facebook og Instagram!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo