Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Podvarp

Komandi tíðina vera tríggjar konsertir við heitinum “Alex Bærendsen – dýrabar minnir”. Tann eina, sum er í Salt á Drelnesi í morgin kl. 20, er ókeypis.

Í hesum sambandi hevur Lindin savnað sendingar um og við Alex Bærendsen í eina nýggja poddvarp-røð.

Í poddvarp-røðini er fyrst ein "á Bylgjulongd"-sending við Jóhannes Miðskarð frá 2021 í samband við "Dýrabar minnir"-konsertir í Salt, Løkshøll og Reinsaríinum; Svein í Prestgarði og Rakul Bærendsen eru gestir. Síðani er ein minnissending frá 2018 har Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen hava samrøðu við Svenning av Lofti og Jenis av Rana beint eftir at Alex Bærendsen var andaður.

So kemur eitt prát, sum Dánial á Dul Jacobsen hevði við Alex Bærendsen og Kristinu Bærendsen í 2017. Í røðini er eisini eitt prát úr eini "á Bylgjulongd"-sending har Absalon Áargarð tosar við Alex Bærendsen um fløguna "Dýrabar minnir" í 2011.

At enda er ein sending frá 2007 við MC Restorff og Kristinu Bærendsen, sum tá var starvslærunæmingur í Lindini, um lív og virkið hjá Alex Bærendsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo