Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit hoyra nógv um, at tey ungu vita ov lítið um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum og síni fíggjarviðurskifti. Men hvør er leikluturin hjá foreldrunum, tá tað kemur til fíggjarviðurskiftini hjá børnunum?

- Føroyar er einasta landið í verðini, sum hevur fingið BETRI sálarheilsu av korona. Og orsøkin er okkara ævigi kærleiki til fløtabollavirksemi heima á matriklinum

Og hvat fær ein burturúr at gera burðardyggar íløgur - BankNordik hevur gjørt eitt poddvarp um tað

- Stormur, vindur og ódnarveður. Alt hetta er ljóð úr Føroyum

Poddurin um symfoniska sangsyklussin BEINTA snýr seg um tónleik við einum boðskapi

Í dag er poddur nummar trý klárur á Apple, Spotify og heimasíðunum hjá Javnstøðunevndini og Demokratia

Komandi tíðina vera tríggjar konsertir við heitinum “Alex Bærendsen – dýrabar minnir”. Tann eina, sum er í Salt á Drelnesi í morgin kl. 20, er ókeypis

Hoyr serfrøðingin hjá BankNordik greiða frá, hví alt er vent á høvdið og vit hava negativar rentur

Tann fíggjarligi parturin fyllir ofta nógv, tá ið pør skulu skiljast: Skal alt býtast líka? Hvussu við barnapengum? Hvønn týdning hevur serogn? Og hava vit yvirhøvur ráð at skiljast?

Í hesum poddinum tosa vit um arv. Hvat er arvur? Hvør arvar hvønn? Kann eg gera børnini og makan arvaleys? Hvat er eitt testamenti? Og hvussu kann eg tryggja meg og míni nærmastu

Í Vestmanna herjaðu sjórænarar í gomlum døgum, og søgnin sigur, at ein dýrgripur liggur grivin á Heygum. Nú er útvarpsdokumentarur gjørdur

- Nakrar søgur, sum man kann stytta sær stundir við - um einki annað skilagott er at gera í hesum sóttarhaldstíðum, sigur garvaði journalisturin

- Í Stóru Dímun hava tey ikki stundir at vera einsamøll

Nærvarpið í Vestmanna hevur hesaferð prát við Elina á Rógvi um at hava annað beinið í Vestmanna, Sigbjørn Skúvadal um tá hann bygdi sær ein rasara eftir tekning og so er eisini bátastevnuprát á skránni

Nærvarpsmenninir í Vestmanna, Pauli Magnussen og Páll Hellu, hava aftur verið úti við mikrofonini

Heimstaðurin hjá SEV var til fyri nøkrum árum síðani Vestmanna. Og fleiri eru tey, sum hava tilknýti til bygdina ígjøgnum SEV

Á einum gongutúri í bygdini verður greitt frá støðum og bygningum

Á Vestmannadøgunum sum vóru herfyri greiddi Jákup í Gerðinum frá fólki sum farin eru

Mest vanligt man vera, at bygdamenn og -konur flyta til Havnar. Men fleiri dømi eru eisini um at streymurin gongur hinveg. Hetta og nógv annað í sendingini hesaferð

Eitt norðurlendskt filmslið filmar úti í Bø, og okkurt er at frætta um Countryfestivalin

Vágaútvarpið hevur hesaferð verið til savnsfagnaðin sum var í Vágum farnu viku

Petur og Símun Tórur gera nærvarpið hjá Vága útvarpi sum hesaferð millum annað snýr seg um evnisviku í skúlanum á Giljanesi og savnsfagna í Vágum

Nærvarpið í Vestmanna hevur verið ein gongutúr við Bjarka Skúvadal í bygdini, har hann greiðir frá ymsum áhugaverdum og forkunnugum úr søguni

Nærvarpið í Vestmanna var á staðnum, tá jólatræið varð tendrað og eisini ber til at hoyra Mariu á Heygum fortelja um sínar yngru dagar

Nærvarpið í Vestmanna leggur aftur til brots við práti við ymisk fólk, serliga frá Vestmannadøgunum sum vóru tíðliga í heyst

Ein nýggj funka ger tað møguligt at taka sendingina niður áðrenn tú lurtar

Lokalútvarpið í Vestmanna, StaðiðFM, fer nú í summarsteðg. Seinasta sendingin snýr seg nógv um Bátastevnuna, sum verður nú um vikuskiftið. Og so hevur tú eisini møguleikan at hoyra røðurnar sum vórðu hildnar 1. mai á Reyða Torginum

Nærvarpið í Vestmanna hevur verið til flaggdagshald, har Rigmor Rasmussen helt røðuna. Eisini er ein forvitnislig samrøða við Niels Olsen sum er ein av musikalsku Olsen brøðrunum á Heygum í Vestmanna

Hondbóltsprát er á skránni hjá nærvarpinum í Vestmanna, StaðiðFM, hesaferð. Eisini koma næmingar í 10. flokki á gátt at greiða frá tiltaki, tey hava í dag, flaggdagin. Og Rakul í Gerðinum lesur stuttsøguna Feigdarferðin eftir Niels Nattestad

Hesaferð er prát við tveir føroyingar sum búgva handan hav: Hanus Jóannesarson sum býr í Brasilia við konu og barni og Silju Rógvadóttir sum býr í Las Vegas í USA

Lokala útvarpsstøðin í Vestmanna ger nógv burturúr at práta við føroyingar sum búgva uttanlands. Hesaferð práta vit við Báru Karlsdóttir sum býr í Brisbane, norðaliga á eysturstrondini í Avstralia, har hon arbeiðir sum løgfrøðingur

Hoyr Hjørdis í Dávastovu greiða frá gerandisdegnum í London, har hon hevur eitt spennandi og heldur óvanligt starv. Eisini er áhugavert prát við Hilbert Elisson, hvørs sonur hevði eitt serligt samband við heavy metal rockbólkin Metallica

Í sendingini frá nærvarpinum í Vestmanna hesaferð er prát við tvær kvinnur sum ætla at súkla til París í summar umframt annað spennandi tilfar

Nógvir føroyingar eru í Grønlandi, ein teirra er Drós Joensen úr Vestmanna og hana práta vit við í sendingini hesaferð. Sagt verður eisini frá dartfelagnum Íkast, og Magnus Gaard, lærari á Fiskivinnuskúlanum kemur eisini á gátt

Sonur Jóannes og Poulu Fonsdal býr í Panama har hann er giftur og arbeiðir sum kavari. Hoyr Jóannes greiða frá hvussu tað kendist tá tey, púra óvæntað, blivu omma og abbi undir vitjanini í Panama herfyri

Nærvarpið í Vestmanna bjóðar uppá prát við hondbóltsvenjaran, normannin Fredrik Wollan. Eisini greiða møðgurnar Fríða og Birna Egholm frá einum túri í karibia og Rakul í Gerðinum lesur úr stuttsøgu eftir Heðin Brú

Hoyr Sólmaj Hansen, sum hevur búð í Danmark í nærum 50 ár, greiða frá hesaferð. Hon hevur verið læknaskrivari, Rudolf Steiner pedagogur og bygdi eisini síni egnu hús. Á skránni er eisini hondbóltsprát, stuttsøga og nakrir forkunnugir tónar frá konsert í 1976. Bygdasliga nærvarpið í Vestmanna er aftur í luftini

Nærvpið í Vestmanna hevur nú sent regluligar sendingar í fimm ár. Tað merkir sendingina hesaferð

Nærvarpið í Vestmanna er í jólahýri í hesum døgum. Á skránni er ein frásøgn um ein túr eftir skoravegnum, sum Sverri Egholm skrivaði, eins og ein fyrilestur hjá Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi, um jól í gomlum døgum

Nærvarpið í Vestmanna hevur hitt nýggja bygdarráðið til eitt prát um ætlanirnar næstu fýra árini

Nærvarpið í Vestmanna er í jólahýri og hevur tikið upp jólakonsertir í kirkjuni. Eisini er prát við Marjun Kálvalíð, prest, eina mest um tað sum er á skránni í kirkjuni nú um høgtíðina

Í sendingini hesaferð hitta vit millum annað fyrrverandi skúlastjóran í Vestmanna, Jaspur Olsen. Eisini hoyra vit um nýtt bilverkstað sum letur upp, og vit eru við, tá jólatræið í Vestmanna verður tendrað

Sendingin hjá nærvarpinum í Vestmanna snýr seg hesaferð millum annað um uppskotið um býarplan fyri Vestmanna, sum arkitekturin Ragnar Zachariassen hevur gjørt saman við øðrum. Vit hoyra eisini um ársins jólaborðhald og nýggja hárfríðkanarstovu, sum er latin upp

Umframt prát við Sáru frá væl umtóktu sendingini "Vild med Dans" er eisini prát við Jan Oluf Olsen sum í nógv ár hevur verið í danska herinum á skránni hjá lokala útvarpinum í Vestmanna hesaferð

Sunnukvøldið var beinleiðis valsending á skránni hjá lokalu útvarpsstøðini í Vestmanna. Hoyrdi tú ikki sendingina ber til at lurta her

Nú fer nærvarpið í Vestmanna undir aftur sínar sendingar, og í fyrstu sendingini greiðir Kristina hjá Viggo Dam frá eini álvarsligari ólukku, hon var fyri, og sum merkti restina av hennara lívi

Á skránni hesaferð var 1. maidagshald, fagnaður av hondbóltsmeistarunum, tilstundandi Bátastevnan og prát um kappróðrabátar og -nøvn

Nærvarpið í Vestmanna hevur hesaferð forvitnisliga samrøðu á skránni við Irenu Christophersen, sum var kona ein av reiðarunum í bygdini, Henry Christophersen. Eisini er prát við Hans Paula Strøm um 1. mai dagshald

Nærvarpið í Vestmanna hevði hesaferð eina fjølbroytta sending við nógvum ymiskum og spennandi evnum

Áki Johansen er sendimaður Føroya í London. Í sendingini hjá nærvarpinum í Vestmanna hesaferð hoyra vit samrøðu við Áka um lívið sum alment umboð fyri Føroyar í útlondum