Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Býarbókasavnið: 21. mars er altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastar Býarbókasavnið ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi frá kl. 19-21.

Gestarithøvundar verða Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Vónbjørt Vang. Á skránni verður upplestur og prát um poesi, har ymsir áhugaverdir spurningar verða settir, so sum: hvaðani kemur íblásturin? og: hví skulu vit lesa/skriva yrkingar?

Sissal Kampmann er í 2017 tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Sunnudagsland, sum kom í 2016. Hon hevur júst fingið eitt árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.

Trygvi Danielsen er á gáttini við einum nýggjum savnið. Fyrsta savn hansara, The Absent Silver King, kom í 2013, og í 2014 fekk hann árligu virðislønina hjá Mentamálaráðnum til ungt listafólk.

Vónbjørt Vang er í gongd við sítt næsta yrkingasavn. Fyrsta savnið, Millumlendingar, kom í 2011. Hon er bókavørður á Býarbókasavninum, har hon millum annað hevur ábyrgdina fyri savninum av yrkingasøvnum.

Tiltakið verður týskvøldið 21. mars kl. 19-21, og tað er ókeypis atgongd. Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo