Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í sambandi við altjóða poesidagin skipar bókasavnið í Sørvági fyri poesikvøldi mánakvøldið 27. mars, klokkan 19.30.    

Tveir yrkjarar koma á gátt.

Sissal Kampmann, ið er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið 'Sunnudagsland'.

Beinir Bergsson, ið júst hevur givið út sítt fyrsta yrkingasavn 'Tann lítli drongurin og beinagrindin'.

Tey fara at lesa upp og prátað verður við tey um at yrkja.

Eisini fer Lea Kampmann at spæla og syngja nøkur løg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo