Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað gongur sum rótasúpan í havnargøtum, at fremstu mentanararbeiðarar okkara hava í hyggju at innstilla Eirik Lindenskov til norðurlendsku dramatikara-virðislønina, fyri hansara sjáldsama áhuga og hendinga vitborna greiningarleiklut, nú Fólkaflokkurin hevur slongst sum spurvur í lýsidansi, síðan vit fóru inn í jólavikuna.

Sjálvt útlendskir eygleiðarar hava lagt til merkis, hvussu merkiliga objektivur greinarin á www.in.fo hevur verið, hesin, sum alt oftari verður brúktur sum serdeilis uttanveltaður greinari í hini uttanveltaðu Degi & Viku.

Politisk matematikk er hál at halda um. Sammøðurnar verða pallsettar í gamla árinum, og frá fyrsta degi tykist heilaga politiska grøvin væl forvarað – Dahl og Michelsen fara at uppviga hvønn annan í kabaluni. Skuldi nakað óvæntað hent, kortini, er Jenis fríholdið, hann høggur nalvastreingin av hjá samgonguni, um nakað brot kemur afturat Dahlinum. Hann er drangurin í etiskum málum. Grundstabiliteturin í málinum var Fólkaflokkurin, ein flokkur sum samstarvsflokkar altíð kunnu stóla uppá í samstarvi. Brádliga kemur tó vend í. Jenis stroyir kartoffilmjøl út á politiska dansigólvi og sveimar leikandi lættur og atletiskur framvið øllum etiskum forðingum, angin av valdi slúkti hann, og tá minsta órógvin tekur seg upp á liberala vonginum í Fólkaflokkinm, karvar Bárður á Steig Nielsen tær etisku bardúnurnar niður í einum høggi í Sambandsflokkinum, og tá endaðu allar tær realpolitisku granatirnar inni í búkinum á Fólkaflokkinum, har ongin dugdi at avmontera fjúsið áðrenn tað brast.

Í øðrum londum verða menn og kvinnur martyrar, um tey doyggja fyri eini góðari søk, í Føroyum er tað nóg mikið at spæla hund fyri at røkka hesum sama. Onkur sá ein møguleika í sammøðurmálinum, og martyrar fáa vanliga nógvar atkvøður, tá veljast skal av nýggjum á komandi valum. Annika Olsen fekk 3,48% av atkvøðunum hjá Fólkaflokkinum á seinasta løgtingsvali, og tað rakk ikki til ein tingsess. Ikki fyrrenn Jørgen Niclasen hevði telvað flokkin og seg sjálvan út í Tinganes, varð hon lyft inn um gáttina á Vaglinum. Tá atkvøðugreiðslan við 3. viðgerð var av, hevði hon fingið martyrstatus, og alt sá so sára gott út. Alt bendir nú kortini á, at hennara leiklutur í sammøðramálinum ikki stóð einsamallur, hann var eftir øllum at døma bara partur av eini størri strategiskari ætlan hjá ”Miðstaðaralliansuni” ímóti ”Taliban-alliansuni”, sum onkur rópar Fólkaflokkin uttanfyri bøgarðarnar í høvuðsstaðnum.

Tað var gamalt, at leikir um vald í Fólkaflokkinum vóru framdir aftanfyri hermetiskt lukkaðar dyr. Nú gjørdist stríðið tó so hart millum alliansurnar í flokkinum, at alt varð lagt á blik, og Føroya fólk er undirhildið - so tað brakar eftir í - í góðar tríggjar vikur, við herviligasta bardaga millum politiskar vengur í sama flokki í nýggjari tíð. Makan til stríð hava vit ikki sæð, síðan Høgni og Tobbi stríddust upp á tað ringasta í Tjóðveldinum fyrst í hesari øldini.

Stríðið um valdið í Fólkaflokkinum byrjaði kortini ikki við hesi atkvøðugreiðsluni. Tað er nógv eldri enn so. Tá Bjarni Djurholm um dagarnar gjørdist partur av undirhaldinum í Kvf, minti tað okkum á, at vit skulu heilt aftur til tíðina, tá Anfinn Kallsberg legði frá sær sum formaður, fyri at finna orsøkina til rumblið. Tað var ongantíð nakar ivi um, at Jørgen var krúnprinsurin hjá gamla formanninum, kortini royndi Djurholm at stilla upp ímóti honum (Breckmann var baktroppur), men tað miseydnaðist. Útjaðarin vann á Havnini ta ferðina.

Nú skuldi sammøðramálið brúkast í næstu royndini at taka Jørgen av ræði. Sambært Anniku Olsen, í eini maraton-einarøðu í Degi & Viku 7. januar, var støðan vorðin hon, at eitt lítið diktaturstýri stýrdi flokkinum, ein lítil meiriluti í tingbólkinum, og samstundis gjørdi hon greitt, at flokkurin var hin rætti fyri seg, men trupulleikin var bara, at øll hini í flokkinum vóru tey skeivu. Í einarøðuni fáa vit so harafturat at vita, at hon var ikki heilt so einsamøll kortini, superliberalistarnir Christian F. Andreasen, Brandur Sandoy og Heðin Zachariasen vóru hennara vápnabrøður í stríðnum ímóti ”Taliban-alliansuni”, ofta rópt J-Bandin, hóast Jákup Mikkelsen sigst vera viknaður sum fjeppari í tí fylkingini, og nú dregur á bæði um hvør hansara leiklutur skal vera frameftir.

Jørgen Niclasen slapp eisini til orðanna í Degi & Viku, og hóast væl var kynt undir bálið, har ið hann skuldi snerkjast upp í royk, kom hann gott og væl snikkaleysur burturúr public servisku ”drápsroyndini”, og helst var tað orsøkin til einarøðuna hjá Anniku, sum endaðu við hesum orðum:

”Jeg vil siga, at Fólkaflokkurin hevur blakað meg út, og mín framtíð í mun til Fólkaflokkin, hon er tann, at hevur sama lítla diktaturstýri og leiðsla ræði til komandi val, so er Annika Olsen ikki á Fólkafloks-listanum.”

Hetta kann ikki merkja annað enn tað, at Miðstaðaralliansan hevur, ella hevur havt, í hyggju, at gera eitt kvett ímóti talibanunum og sitandi formanni á landsfundinum seinni í hesum mánaðinum – á fundinum sum skuldi havt verið í november í fjør. Eingin ambitiøsur politikari sleingir um seg við treytaleysum útsagnum sum hesum, um hann ikki veit, at broytingar koma í, sum gera tað, at framsøgnin gerst virðisleys.

Tí hevur í almenninginum verið gitt um, hvør ið alternativi formanskandidaturin skuldi vera. Christian F. Andreasen hevur ofta verið nevndur sum mest upplagda evnið, hann er fomaður í tingbólkinum frammanundan, og hevur eina kjøtrond av vælfunderaðum aktivistum rundan um seg (RBP, MAC, RWD, ÓB o.s.fr.). Vælvitandi keldur siga kortini, at hann hevur slept ætlanini, advokatorisku kasjettarnir viga tyngri enn politisku ambitiónirnar. Kjøtrondin royndi síðan at fáa nýggja landsstýrismannin, Sólvit Nolsøe, at stilla upp ímóti formanninum, men tað var hildið at vera ov váði, tí bendir alt á, at liberalistiska revolutiónin fyribils er miseydnað, kontrarevolutiónin hjá talibanunum og Jørgen eydnaðist, og nú hevur Annika Olsen skotið seg so dyggiliga í fótin á sama hátt sum politistarnir báðir.

Alt bendir tí á, at Jørgen Niclasen enn einaferð verður krýndur sum keisari floksins á næsta landsfundinum, uttan mótvalevni, og at politiska ferðasteypið, Annika Olsen, eftir at vera vassað út á the point of no return, fer heimaftur undir veingjabreiðið hjá Poul Michelsen í Framsókn.

Um uttanveltaði og objektivi eygleiðarin, Eirikur Lindenskov, er samdur í hesi tulking, ja, tað fáa vit helst at vita meira um á www.in.fo og í Degi & Viku hóskvøldið.

Ad hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo