Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Týsdagin 11. varð Pól Arni Holm settur sum leiðari á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri. Pól Arni er útbúgvin bachelorur, umframt útlærdur bygningssnikkari. 

Hann hevur síðan 2013 starvast sum leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri, Pakkhús 4, har hann hevur staðið fyri at menna og skipa tilboð til tey ungu í býnum.

Pól Arni er eisini kendur úr tónleikaheiminum m.a. sum oddamaður í bólkunum Hamradun og Týr.   

Pól Arni tekur við einum heilt nýggjum og spennandi starvi og hann fær høvi at seta dám á tilgongdina frá byrjan. Eftirskúlin er eitt nýtt tilboð til ungdómin í Føroyum og uttanlands.

Vónirnar eru stórar til ætlanina. Eftirskúlin á Tvøroyri er tilboð og avbjóðing til Føroya ungdóm og ungdóm aðrastaðni frá at møtast og mennast og samstundis vinna sær førning í uppliving og upplýsing. 

Føroya Eftirskúli á Tvøroyri er nýbrot í føroyskari skúlasøgu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo