Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Eg leggi ikki so nógv í hatta. Míni listarverk hanga á viðurkendum gallaríum uttanlands undir liðini á verkum hjá kendum listarfólkum, og tað eri eg fegin um. Mær nýtist ikki viðurkenning frá eygleiðarum.

Tað sigur Pól Skarðenni sum hevur gjørt standmyndina av Nykinum niðri á Vatni, tá VP biður hann um eina viðmerking til tær atfinningarsomu røddirnar sum hava verið at hoyrt, eitt nú á facebook frá fólkum sum javnan siga sína hugsan um list.

Pól Skarðenni sigur, at í hansara hugaheimi eru øll, sum seriøst arbeiða við at skapa list, listafólk.

- So kanst tú dáma sumt betur enn annað, sigur Pól Skarðenni og minni á, at ein partur av verkinum er, at eini 200 børn samlaðu grót og steinar har á leiðini og soleiðis 'bygdu' nykin og tí føla ein ognarskap í honum.

- Tað hava kritikararnir eftir øllum at døma gloymt, heldur hann.

Pól Skarðenni harmast um hugin hjá føroyskum listarfólki at vera eftir hvørjum øðrum uppá ein keðiligan máta.

- Eg haldi, vit kundu lært nógv av føroyskum tónleikarum. Har er pláss fyri øllum. Tað er rúmsátt, sum tað eigur at vera í einum lítlum landi. Fyri tað er alt ikki líka gott, men øll sleppa framat og fáa eina virðiliga viðferð, sigur Pól Skarðenni við VP.

Les eisini:

Listafólk: Nykurin er 'kitsj'

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo