Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vanliga koma mínar myndir av einum fjallatoppi, men ikki í kvøld, henda heilsan kemur av Ríkissjúkrahúsinum.

Soleiðis skrivar Pól Sundskarð, sum seinastu mongu árini hevur hugtikið mong við sínum ídni og virkishugi at bróta uppúr nýggjum innan føroyska ferðavinnu við at skipa fyri túrum í fjøllunum, í eini dagføring á facebook.

Mikumorgunin var hann so óheppin at detta oman, tá hann var á veg oman gjøgnum Seyðringarskarð í Strandadal á Borðoynni. Tíðindini sum bórust tá vóru, at omandotni maðurin hevði fingið stóran skaða, hóast hann ikki var í lívsvanda.

- Eg sigi meira um hendingina seinni. Skal skurðviðgerast í rygginum, og vit biðja fyri, at tað fer at ganga væl.

VP frættir umvegis næstringar, at Pól hevur tað gott eftir umstøðunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo