Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Tele hevur síðani í vár arbeitt við at byggja upp eina nýggja samskiftisskipan til føroysku løgregluna.

Avtalan, sum Føroya Tele gjørdi við Ríkisløgregluna 29. apríl, var baserað uppá tøkni hjá Huawei, sum frammanundan er undirleverandørur hjá Føroya Tele.

Men 6. august upplýsti Føroya Tele fyri Ríkisløgregluni, at ymsar avbjóðingar høvdu stungið seg upp, tí Huawei er endað á einum sokallaðum entity-lista, eitt slag av einum svartalista hjá USA, sum forbjóðar nøkrum ávísum fyritøkum atgongd til tøkni, sum er ment av amerikanskum fyritøkum.

Tí kundi Huawei ikki fáa neyðuga atgongd til tøkni sum er ment í USA, millum annað Android og Linux tøkni, sum er neyðugur partur av nýggju samskiftisskipanini hjá politinum.

Í oktober boðaði Føroya Tele Ríkispolitinum frá, at ynski var um at skifta undirleverandør, og seta Ericsson inn fyri Huawei.

12. november var sáttmálin ímillum Ríkispolitiið og Føroya Tele endaliga broyttur.

Upplýsingarnar koma fram í grein í Jyllandspostinum

André Ken Jakobsson, sum hevur tilknýti til Center for Militære Studier við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn sigur við Jyllandspostin, at tað er væl hugsandi at Huawei, eftir at hava mist ein sáttmála við Føroya Tele á gólvið, ikki ynskir at tað sama skal henda í málinum um føroyska 5G netið. Og at tað er orsøkin til, at kinesiski sendiharrin í Keypmannahavn hevur verið í Tinganesi og kritað banan upp fyri føroyskum politikarum.

Føroya Tele upplýsir í somu grein, at enn er ongin støða tikin til, hvør skal levera 5G netið í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo