Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilar sjey ferðir var politiið úti og hjálpti fólki sum vóru ov drukkin til at taka sær av síni egnu vælferð síðstu nátt.

- Og tað er nógv meira enn vanligt er, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við VP.

Hann hevur sum so onki boð uppá, hví full fólk eru farin at seta sín dám á náttarlívið nú meira enn vanligt hevur verið.

- Kanska er tað hetta, at fólk fara "all-in" nú tilmælini linka, og so missa tey tamarhald á støðuni, sigur hann.

Fleiri ferðir var sjúkrabilur eisini uppií og onkur varð koyrdur á skaðastovuna.

Okkurt smávegis harðskapsmál var eisini, har menn fóru til hendurs og politiið mátti uppí leikin at kyrra. Men umstøðurnar kring hetta verða nú kannaðar, og tað er ikki vist, at nakað mál spyrst burturúr.

Í einum ferðsluátaki, sum eisini var síðstu nátt, var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og ein annar fyri at koyra uttan koyrikort.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo