Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið í Føroyum brúkar avbyrging av fangum lutfalsliga nógv meira enn politiið í Danmark.

Til dømis vóru í 2017 heilar 13 avbyrgingar í Føroyum í mun til einans 17 í Danmark.

Evnið varð viðgjørt í útvarpssendingini Breddin í gjár.

Katrin á Neystabø frá Amnesty International upplýsti í sendingini, at Amnesty í fleiri ár hevur roynt at fáa upplýst tøl frá politinum, men ikki fyrr enn nú hevur tað lukkast.

- At funnist verður at okkum, er eitt gott høvi at endurskoða okkara mannagongdir, segði Michael Boolsen, fúti, sum eisini lovaði at avbyrging av fangum nú fer at verða brúkt minni í Føroyum. Hann legði tó afturat, at tað eisini eru umstøðurnar í Føroyum, við bert einum fongsulsbygningi, sum gera, at fagnar viðhvørt koma at sita avbyrgdir.

Kanningar vísa, at tað kann hava álvarsligar sálarligar avleiðingar við sær, tá ein fangi situr avbyrgdur og ikki sær onnur fólk í longri tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo