Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Onkur læt skot av ímóti eini dronu sum fleyg uppi yvir grindini í Hvannasundi í gjár.

Úr Hvannasundi frættist, at minst tvær dronur flugu uppiyvir grindini, og tað fór skjótt at ganga sum leysatíðindi, at hetta vóru mótmælisfólk ið tóku myndir og kanska sendu livandi myndir frá rakstrinum og drápinum.

Onkur læt skot av ímóti dronunum, og nú hevur eigaramaðurin biðið politiið um hjálp.

Frá politinum frættist, at málið verður kannað. Eitt nú verður kannað, um viðkomandi hevði loyvi til at flúgva við dronu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo