At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ongin álvarslig hending er at lesa um í døgnrapportini hjá politinum, hóast stóra Voxbotn tiltakið sum savnaði nógv fólk í býnum í Havn síðstu nátt.

Vakthavandi sigur, at samarittarnir gera eitt stórt arbeiði í so máta.

- Tað var onki harðskapsmál ella nakað líknandi. Tó vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning tíðliga í morgun, sigur vakthavandi. Hann hevur tó hug at nevna, at um tað ikki var fyri samarittarnar hjá Reyða Krossi, so kundi støðan skjótt verið ein onnur.

- Tað vil so vera, at onkur fær ov nógv av tí váta niðurum, ella av onkrari aðrari orsøk hevur tørv á eini hjálpandi hond, so støðan ikki versnar, og har koma samarittarnir inn í myndina. Teir eru gull verdir á einum tiltaki sum hesum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo