Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið í Føroyum hevur í seinastuni javnan verið at sæð alvápnað í býarmyndini í Havn. Ein venjing sum skuldi vera í dag bleiv avlýst, men roknast kann við fleiri venjingum komandi tíðina.

- Hesar venjingarnar hava í veruleikanum verið í fleiri ár, men tað er ikki altíð, at tær eru í fólkaeygum, viðhvørt eru tær innandura, tað upplýsir vakthavandi á politigarðinum í Havn fyri VP.

Talan er um eftirmeting av yvirgangsatsóknini á Utøya og í Oslo í 2011, tá tilsamans 77 fólk lótu lív. Politiið í øllum norðurlondum hevur verið við í teirri eftirmetingini, til tess at vera betri fyrireikað.

- Talan er um sonevndar Romeo patruljur, sum skulu vera tilbúnar alla tíðina, sigur vakthavandi.

Spurdur um tað er neyðugt við slíkum í Føroyum sigur hann, at tað er tað heilt víst.

- Tað eru javnan støður, har vit ikki vita, hvørjum vit eru uppi ímóti, og tí noyðast at vera til reiðar, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo