Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er komið fyri fleiri ferðir í seinastuni, at starvsfólk innan heilsuverkið hava kent seg hótt. Og nú fer politiið at skerpa eftirlitið við hóttanum ímóti starvsfólki innan heilsuverkið. Tað kom fram á tíðindafundinum, sum umboð fyri landsstýrið, farsóttarnevndin og landslæknan hildu í gjár í samband við koronastøðuna í landinum.

Michael Boolsen, fúti, segði, at talan var um verbalar hóttanir sum gjørdu, at starvsfólkini innan heilsuverkið kendu seg ótrygg. Bæði hann og Bárður Nielsen, løgmaður, løgdu dent á, at hetta verður als ikki góðtikið og fær avleiðingar fyri tey sum koma við hóttaninum.

- Vit hava avtalað við leiðsluna í sjúkrahúsverkinum, at hon skal boða politinum frá alt fyri eitt um hetta kemur fyri aftur, og so taka vit hesi málini framum til skjóta avgreiðslu, segði fútin millum annað á tíðindafundinum í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo