At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, umboðar Fólkaflokkin í tjakinum í kvøld. Fylg við her

Løgtingsval verður 8. desember, og valstríðið í Kringvarpinum byrjar eftir Dag og Viku í sjónvarpinum í kvøld. Tá verður orðaskifti millum forfólkini í teimum sjey flokkunum

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit eru sera hørm um, at formaður floksins hevur avgjørt at leggja frá sær

- Tað hevur ikki eydnast mær at savna flokkin, og tí fari eg frá sum formaður í Fólkaflokkinum og stilli heldur ikki upp til løgtingsvalið

Joe Biden segði á tíðindafundi í kvøld um miðvalið: – Hetta var ein góður dagur fyri demokratiið. Amerikanska fólkið hevur talað

Á senatsvalinum í Georgia fekk einki av valevnunum yvir 50 prosent av atkvøðunum, skrivar ABC News

Løgmaður hevur í dag frá løgtingsins røðarapalli boðað frá, at hann, sambært grein 15 stk 2 í løgtingsvallógini, hevur avgjørt at skriva út val at vera hósdagin 8. desembur 2022

- Elsa Østergaard er sett sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Konservativi tabloidmiðilin New York Post plagdi at vera yndisavísin hjá Donald Trump, men nú er ikki víst, at fyrrverandi forsetin er so fegin, tá ið hann sær forsíðuna í dag

Nú verður miðvalið avgjørt í USA

Charles Schumer er afturvaldur sum senator úr New York

- Eitt løgtingsval nærkast, sigur Bárður Nielsen, løgmaður, sum í dag misti sín parlamentariska meiriluta (Mynd: KVF)

- Eg havi tosað við formenninar í samgongu og andstøðu og fari at brúka næstu tímarnar ella í morgin at taka eina avgerð, segði løgmaður við ÚF í kvøld

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Bjarna á Steig, yvirlækna, sum stjóra fyri Fólkaheilsustýrið

- Orsakað av, at Løgmaður hevur loyst formann Miðfloksins úr starvi sum landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, hevur flokstjórnin tikið avgerð um, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni

- Við uppskotinum fáa kommunurnar heimild, at geva foreldrum eina veiting, um foreldrini velja at vera heima hjá børnunum til tey kunnu fara í barnagarð

- Ynskiligt hevði verið, at Flogbóltssamband Føroya trein niður av himmalsku rókini eina løtu og hugdi limirnir í eyguni. Ynskiligt hevði verið, at FBF kom við eini umbering og setti sær fyri at bera so í bandi, at ØLL kunnu vera við

Í samrøðu við ÚF nú á middegi segði Jenis av Rana, at spurningurin um Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni ella ikki, verður svaraður seinnapartin í dag

- og tá fæst at vita um Miðflokkurin framvegis er partur av samgonguni, skrivar Norðlýsið

Hóast Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur loyst Jenis av Rana, landsstýrismann, úr starvi, merkir tað ikki, at Miðflokkurin eisini er koyrdur úr samgonguni, segði løgmaður í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani

Løgmaður hevur í dag valt at koyra Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 2

Nú tá støðan er broytt á politiska frontinum og Jenis av Rana er loystur úr starvi, verður einki misálit lagt fram, tí uppskotið kann ikki viðgerast, sigur Høgni Hoydal við VP

- Lat meg sláa fast, at eg á ongan hátt eri samdur í teimum útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum, og taki fulla frástøðu frá teimum

- Hvørji landafrøðilig øki eru umboðað í Sjúklingaráðnum, og hví er hendan landafrøðiliga samansetingin vald?

Ein hjartans tøkk til hvønn einstakan av tykkum 4222, sum stóðu saman um fólkaflokkin og góvu honum atkvøðuna á fólkatingsvalinum

- Er tað rætt og rímiligt, at føroyski Javnaðarflokkurin ger av, hvør fær valdið í Danmark? Tað hava allir danskir fjølmiðlar spurt meg farnu dagarnar. Her er mítt svar til danir sum skelda um Javnaðarfloksins vald í Danmark

Allir flokkar - uttan Danmarks-demokratarnir - fara at hitta Mette Frederiksen aftur og halda fram í samráðingunum, sigur Mette Frederiksen

- Tað vildi tænt Føroyum, um landstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók samráðingar upp við starvsbróður sín í Íslandi í eini roynd at vunnið okkum betri sømdir

Jóhannis Joensen nevndi upp í fleiri nevar av dømum um, hvussu støðan er viðvíkjandi landsroyndum og Pisa-royndum

- Rendi meg í tey, tá eg skuldi á wc, og segði okkurt tvætl um, at nýggi formaðurin var eg. Lítið visti eg, at upptøkutólinin vóru tendrað, og sendu beinleiðis, skrivar Sjúrður Skaale

- Eg fari við hesi lítlu heilsu hjartaliga at takka øllum, sum stuðlaðu Fólkaflokkinum á fólkatingsvalinum 31. okt.

- Uppvøksturin hjá einum og hvørjum barni krevur eitt samfelag í javnvág. Og tað er ikki støðan, tá sernámsfrøðiliga ráðgevingin hjá Sernám er ófullfíggjað

Martin Lidegaard tekur við sum politiskur leiðari í Radikala Vinstraflokkinum eftir Sofiu Carsten Nielsen

Kristianna Winther Poulsen fekk 50 atkvøður, sum Ingilín Didriksen Strøm av misgáum fekk valkvøldið. Men tær eru báðar í sama flokki, skrivar KVF

Sagt var við VP fyrrapartin í sambandi við misálitið, sum skuldi leggjast fram í morgin, at tað var útsett tí millum annað Jenis av Rana er burturstaddur. Hetta er ikki satt

Á forsíðuni í Information sat danski heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke (S) í gjár á trappu saman við konuni, við eini agurk í jakkalummanum. Fleiri spyrja hví agurk?

Í hesum døgum er Ársfundur Norðurlandaráðsins í Helsingfors í Finnland. Í ár eru tað 70 ár síðani Norðurlandaráðið varð sett á stovn

Við tað at fleiri tingfólk - og eisini Jenis av Rana - eru burturstødd í morgin, verður einki misálit lagt fram á tingfundinum í morgin, skilir VP

- fyri at taka avgerð um at leggja fram arktiskan politikk

Aaja Chemnitz sigur, at Lars Løkke Rasmussen ringdi, eftir at atkvøðurnar vóru taldar upp, men Sjúrður Skaal hevur onga viðmerking til spurningin, um Lars Løkke Rasmussen hevur ringt til sín

Við 60.837 persónligum atkvøðum tryggjar Mette Frederiksen sær hægsta persónliga atkvøðutal á einum fólkatingsvali í 17 ár

Føroyingurin Sólbjørg Jakobsen er vald á Fólkating fyri flokkin Liberal Alliance

Sofie Carsten Nielsen leggur frá sær sum politiskur leiðari í Radikala Vinstraflokkinum, boðaði hon frá á tíðindafundi fyri løtu síðani

- Tað veldst alt um hvussu samrøðurnar sum nú fara at koma ganga, sigur afturvaldi føroyski atkvøðuslúkurin

Í morgun var franski sendimaðurin í Keypmannahavn, Christophe Parisot, í Tinganesi á vitjan hjá Bárður á Steig Nielsen løgmanni

Tá fæst at vita um misálit verður reist móti Jenisi av Rana ella ikki

- Av valinum í Grønlandi er ein reyður meiriluti í Danmark. Annars var tað ikki reyður meiriluti í Danmark

Talan er um 980 atkvøður til Danmarksdemokratarnar sum endaðu hjá Eindarlistanum

Allar atkvøðurnar eru nú taldar upp á danska fólkatingsvalinum og úrslitið er reyður meiriluti

S fer frá 48 til 42 fólkatingslimir, meðan Moderaterne fær 17 fólkatingslimir í exitpollinum hjá DR