Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Aftaná jagstranina av borgarligu samgonguni, vann andstøðan og KvF valið í 2015, tó sera tepurt.

So var mestsum borgarfriður. Sosialistiska samgongan var nærum ikki í skotmála, hóast har burdi verið hópurin at rivið í orsakað av innanhýsis hurlivasa, skeivum (ólógligum) avgerðum, lyftisbrotum, fatalari fíggjarstýring av almennum verkætlanum, almennan útreiðsluvøkstur uppá milliardina og so ikki at gloyma lógina um sjófeingi, sum bleiv eitt óseriøst partapolitiskt projekt, har einki varð framt av tí, sum serfrøðinganir mælti til. Lógin og avleiðingarn blivu ein hurlivasi, sum eingin vildi kennast við.

Veljarin gav tí samgonguni durafjórðingin 30. august. Neyvan bara tí at andstøðan hevði opinberað glarastu alternativini, men tí at sosialistiska miðlasamgongan rætt og slætt ikki var annað enn eitt fallerað búgv.

Doseringar
Nú vóru góð ráð dýr. Hvussu skuldi miðlaleikurin koma afturíaftur, nú borgarliga samgongan aftur sat við borðendan?

Høvið bleiv so uppskotið um nýggja fiskivinnulóggávu. Lagt varð fyri í Breddanum seinast í oktober, har serfrøðin í tilfeingisrentuni ”prógvaði”, at vinnan árliga stingur 1,2 mia kr í lumman, meðan landið/løntakararnir bara fáa molarnar, sum detta á gólvið.

Soleiðis hevur miðilin manipulerað við jøvnum doseringum farnu vikurnar, har illgresi er sátt um órætt og stuldur, nú vinnunevndin Løgtingsins viðger uppskotið um fiskivinnupolitikkin.

Sirkussið
D&V hevur heldur ikki ligið á lætu síðuni. Stórt sæð eingin samrøða er gjørd av sjónarmiðunum hjá samgongufólkum um broytingarnar í fiskivinnuuppskotinum. Uttan sjálvsagt frá onkrum samgongulimi, sum hevur víkjandi sjónarmið – og so frá onkrari novisu í samgonguni. Harafturímóti eru andstøðuumboð sjálvsagt sloppin framat skýggjunum at útleggja tekstin.

Men D&V hóskvøldið bar tó prísin. Sirkussið helt fram. Bita fyri bita varð fiskivinnuuppskotið niðursáplað.

Set-uppið, har fyrrverandi kampanjuleiðari Tjóðveldis við talvum fyrst ”avdúkaði” stuldurin frá fjøldini við tølum frá javnaðarbúskaparfrøðinginum, sum uttan spurningar útlegði tekstin.

Hyggjararnir fingu at vita, at partar av vinnuni sita á milliardum, sum er ogn alra.

Vinningsbýtið í 100millióna klassanum til nøkur fá, tí vinnan ikki er á uppboðssølu ella verður brandskattað av yvirnormalum vinningi?

Ongan lívsins skúla
At staðfesta ránið var formaðurin í Búskaparráðnum í essinum.

Hetta er starv, sum skal mynda óheftni, er treytað av drúgvum royndum og vísdómi og soleiðis kann fáa virðing millum manna. Formaðurin í búskaparráðnum kann so ikki breggja sær av hesum eyðkennum. Tað er sum kunnugt ikki alt, sum kann lesast millum permur.

Formaðurin gøllhelt um, at uppsølan er svarið.

Øll fiskivinnurættindir skulu seljast. Hettar er einasti mátin at áseta virðini uppá.

Hettar er reint politiskt postulát uttan nakað grundstøði yvirhøvur. Uppboðssøla av fiskrættindum letur seg ikki gera í praksis. Hevði uppboðssøluskipanin fatað um øll rættindi, vildi úrslitið blivið, at bert heilt fá reiðarí høvdu yvirlivað.

Bert tey ríku
Vinnararnir í hesi “marknaðarkapping” høvdu verið tey ríkastu, sum aftaná “kappingina” vildu ásett prísin á fiskivinnurættindunum. Uppboðssølan vildi snøgt sagt eisini niðurlagað miðspjaddu vinnuna í Føroyum.

Skipanin vildi tí verið óðamannaverk. Men sum kunnugt – ástøði millum permurnar við Excel-arkinum á skýggjanum er sera tølandi. Har krevst eingin lívsins skúli.

Einki annað land í heiminum hevur uppboðssøluskipan og ikki uttan orsøk. Kortini vil formaðurin í Búskaparráðnum, andstøðan (og KvF?) hava slíka í Føroyum. Alt bygt á politisk postulat – uttan nakrar referansur.

Í sendingini var eisini samanbering millum fiskivinnuna og oljuvinnuna. Hetta var snøgt sagt óseriøst.

Hví var eingin samanbering gjørd við fiskivinnuskipanirnar í okkara grannalondum? Svarið gevur seg sjálvt. So rakk KvF ikki endamálinum við sendingini?

Postuleringin
At stuðla undir politisku fatanina hjá búskaparfrøðinginum (og hjá KvF?) slapp stjórnmálafrøðingurin (valevni hjá Framsókn) skammleyst at postulera um, at vit vóru ávegis oligarki og at spurnartekin kann setast, um vit nú veruliga hava fólkaræði, og at tey sum sita við pengunum í síðsta enda fara at hava ræðið?

Eisini var uppáhaldið, at valdið nú verður flutt yvir á reiðarí´ini, sum fara at trýsta politiska myndugleikan til egnan vinning?

Soleiðis slapp stjórnmálafrøðingurin uttan nakran spurning at kriminalisera vinnuna.

Upp móti hesum politiska set-uppi sat einsamallur stjóri frá Varðanum - sum jú umboðaði oligarkarnar.

Hann svaraði eftir førimuni, og kom rímiliga væl undan.

Hinvegin, so var endamálið hjá miðlinum kortini rokkið. Einvegis ljós var varpað á “órættvísið”.

At viðgera skattlig viðurskifti og møguleikar at finna bestu javnvágina millum at hava eitt sterkt vinnulív og javnbjóðis góðar inntøkur til landið hevði ongan áhuga. Tað átti sjálvsagt at verið fokussið.

Málið var tí eittans. At lítisgera og sáa iva um lógaruppskotið um fiskivinnunýskipanina og soleiðis aktivt máa støðið undan uppskoti landsstýrisins.

Aftur deja-vu frá tíðini 2011 og 2015.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo