At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Demokratia: Nú politisku flokkarnir eru farnir undir at fyrireika seg til val, fer Demokratia at varpa ljós á vantandi kvinnuumboðanina í politikki.

Í hesum sambandi skipaði Demokratia fyri tiltaki í Smæruni mánadagin 23. mai. Á skránni vóru framløga hjá Hallberu West, PhD í Stjórnmálafrøði, um týdningin av javnari kynsumboðan fyri fólkaræðið. Eisini var orðaskifti millum umboð úr øllum politisku flokkunum. Somuleiðis helt Maria Ziskason Nesá upplegg um mismun vegna kyn í føroyskum ítrótti.

Vantandi kvinnuumboðanin í politikki er ein álvarsamur, demokratiskur trupulleiki. Skulu vit flyta okkum fram sum samfelag, mugu vit vera felags um at finna loysnirnar. Hetta vóru allir flokkarnir á einum máli um, undir orðaskiftinum mánadagin.

Eftir stendur, at samfelagið tekur avbjóðingina í álvara – bæði flokkarnir, veljarin og miðlarnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo