Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Pólski forsetin, Andrzej Duda, er blivin smittaður av korona. Tað hevur umsiting hansara boðað frá í dag. Lagt verður kortini afturat, at forsetin hevur tað gott eftir umstøðunum.

Pólland hevur eins og flestu londini í Europa stórar avbjóðingar við korona. Higartil eru yvir 4.000 fólk deyð við smittuni.

Í gjár fóru yvir 15.000 fólk út á gøturnar í høvuðsstaðnum, Varsjava, at mótmæla eini herdari abortlóg. Tað gjørdu tey, hóast tað verður rátt frá at savnast í stórum bólkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo