Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hey her er ein sólskinssøga, sum kann koma øðrum tilgóðar.

Eftir at hava havt svára pínu í umleið 4 mánaðir, gingið til lækna fleiri ferðir, verið hjá fysioterapeut-, kiropraktor- og til elektroduviðgerð varð eg so noyddur at biðja um frí frá arbeiði.

Hevði roynt at arbeiða, skeivur av morfin, men tað gekk ikki meira.

Fekk tíð hjá lækna fyri at fáa sjúkraváttan.

Dagin fyri eg skuldi møta, sá eg í Kringvarpinum, Hvad fejler med deg?, norskt sending.

Har var ein maður, sum hevði somu eyðkenni sum eg.

Skrivaði niður Polymyalgia Rheumatica, muskelgikt, og spurdi læknan, um tað kundi vera tað, sum mær feilti.

Læknin tók eina blóðroynd og jú, so var.

Læknin gav mær 25 mg Prednisolon, og segði um 1 tíma er pínan burtur, og so varð.

Hetta kundi so verið søgan.

Eitt stak tilfeldi, men nei, so var ikki, ein starvsfelagi mín, hevði júst verið í Danmark við konu síni, og eg spurdi hví, jú, kona hansara hevur í 4 ár havt svára pínu, og roynt allar møguleikar, og alt medisin, sjálvt Cannabis, men einki hjálpti.

Hon var send til Danmark til ein serlækna, fekk staðfest sjúkuna vøddagikt, eftir kanning fekk hon eina sproytu við binyrebarkhormon og uml. 1 -2 tímar eftir, var pínan burtur.

Í Noregi rakar henda sjúka  ca. 1/1000.

Vit í Føroyum eru altíð betri, tá tað kemur til sjúku, so kanska 50 til 100 føringar hava hesa sjúku.

Tað eru kanska fleiri í Føroyum, sum ganga við hesi ringu pínu, uttan at tað verður staðfest.

Sjáldsamt um tað eru bert tvey í Føroyum, sum kennast, ið eru rakt av hesi sjúku.

Í dag ringdi eg til starvsfelaga hjá mær fyri at fáa hann at góðkenna hetta skriv.

Hann segði mær, at í dag hevði hann fingið at vita, at ein nábúgvi hjá sær, herfyri var sendur til Danmark og sama søga, 25 mg medisin og pínan vekk.

Petur í Króki
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo