Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Á tíðindafundinum sum Pompeo helt í dag, boðaði hann millum annað frá, at USA fer at taka upp samráðingar við Føroyar.

Eftir fundin sigur føroyski uttanríkismálaráðharrin Jenis av Rana meira gjølla, at talan er um at fáa eitt meira strukturerað samstarv landanna millum.

- Higartil hava sendistovurnar tikið sær av arbeiðinum, men nú er ætlanin at seta eitt forum og at fara meira ítøkiliga til verka, sigur Jenis av Rana við VP.

- Nú hava vit so fingið sett hol á við at lyfta hetta upp á politiskt støði, sigur Jenis av Rana.

Jenis av Rana sigur eisini, at á fundinum takkaði hann Pompeo fyri hansara stóra arbeiði móti jagstranini av teimum kristnu runt um í heiminum.

- Eg eggjaði honum og tí amerikansku stjórnini til at halda fram í hesum arbeiðinum, sigur Jenis av Rana.

Fylgv ið her

Mynd: VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo