Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í nýggju miðlakanningini, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt og sum Lóður hevur greinað, verður samanbering gjørd millum miðlarnar í kanningini, sum eru føroyskir miðlar, Danmarks Radio, Facebook og YouTube.

Hyggja vit eftir føroysku miðlunum í kanningini, so eru allir bæði pappír og net, uttan VP og Portalurin, meðan Kringvarpið er útvarp, sjónvarp og net.

VP og Portalurin eru netmiðlar burturav, meðan Sosialurin/IN.FO og Dimmalætting/Dimma.fo og Norðlýsið/Nordlysid.fo eru bæði pappír og net.

Spurningurin er so um henda kanningin kann brúkast til nakað sum helst, men siga vit at hon kann, so vísir hon at netmiðlarnir Portalurin og VP standa seg rættiliga væl í kanningini, tá ið spurt verður: Hvussu ofta brúkar tú hesar miðlar.

Nýggja kanningin vísir, at 77 prosent av øllum føroyingum brúka netmiðilin Portalin dagliga ella fleiri ferðir um vikuna og at 41 prosent brúka netmiðilin VP dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.

Sosialin og IN.FO brúka 45 prosent dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, meðan einans 13 prosent brúka Dimmalætting og Dimma.fo dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.

Norðlýsið og Nordlysid.fo brúka 19 prosent dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.

Og Kringvarpið sum er útvarp, sjónvarp og net brúka 75 prosent dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, sum er 2 prosent færri enn netmiðilin Portalin.

Kanningin vísir eisini at trúvirði og lesivirði eru tvær ymiskar støddir.

Sí alla kanningina her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo