Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

POSTA: Posta bjóðar nú beinleiðis sjóvegis flutning millum Føroyar og Grønland sum umboð fyri Royal Arctic Line.

Samstarvið merkir millum annað, at tað verður lættari hjá føroyskum fyritøkum at røkka grønlendska marknaðinum, greiðir Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, frá:

”Hvørja viku handfer Posta alt góðs til og úr Grønlandi. Tað fer at verða ein fyrimunur hjá nógvum fyritøkum, serliga teimum, sum longu flyta góðs við Posta.”

Alt góðs er íroknað
Hvønn leygardag verður siglt beinleiðis úr Føroyum, og alt slag av góðsi, vanligt góðs, køli- og frystigóðs verður flutt. Til ber at senda bæði smærri sendingar og bingjur. Tí verður tað eisini meira áhugavert hjá fyritøkum at innflyta góðs til Føroya ella útflyta vøru.

Tað búgva gott 56.000 fólk og keypiorkan er stór. Vøruúrvalið er ikki stórt og tí kann hetta vera ein góður møguleiki hjá føroyskum nethandlum at gera seg galdandi í Grønlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo