Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir seks ár við trivaligum yvirskoti endaði árið í fjør hjá Posta við reyðum tølum á botnlinjuni. Eftir skatt var úrslitið hjá Posta 147.000 kr í halli. Tað skal samanberast við vinning uppá 2,2 mió kr í 2018.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at Posta í árinum hevur útreiðsluført fyri meira enn 3 mió kr í umleggingum, niðurskrivingum og í kostnaði av ætlaðu einskiljingini.

- Nógvar fyrireikingar vórðu gjørdar frammanundan og nógv orka, umframt nakað av peningi var lagt í tilgongdina (at einskilja, red), sum tíanverri ikki eydnaðist í hesum fyrsta umfarinum, sigur leiðslan.

Verður hugt í tølini sæst, at nettosølan vaks við nærum 3 milliónum krónum, og endaði á 115 mió kr. Framleiðslukostnaðurin vaks við einari millión og starvsfólkakostnaðurin við yvir 3 mió kr, og eisini avskrivingarnar vuksu munandi. Í tølunum sæst eisini, at samtakið hevði eitt lítið yvirskot í fjør. Tað var umleið 240 tkr. Dóttirfeløgini, sum tryggjaðu avlopið, eita Posta Logistics Aps (DK), Posta Danmark (DK) og Northwest Chartering Spf (FO).

Einaferð varð sagt, at Føroyar útfluttu fisk og frímerki. Hóast sølan er minkandi, so er rakstraríkastið framhaldandi positivt.

- Posta er eitt av fáum postverkum við ágangandi sølustrategi. Frímerkini hava síðani 1976 umboða Føroyar úti í heimi, og soleiðis verður ætlandi eisini frameftir.

Javnin hjá Posta minkaði í árinum við 3 mió kr og er nú 119 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo