Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

postverksstjóri kravdi gøtur
ístaðin fyri staðarnøvn
hann skræddi postkassar leysar
noyddi teir niður í kjallarahædd
og kístaði teir út á vegin
tí tað var alneyðugt
nú forlangar yvirskipað ferðavinna
hagaportur við gátt
gott er
øll eru í almennari alneyð
postrivan ræðir
posta slikkar
síni bláu merki
tað ber seg nokk
men sjáldan post
og tá tað ber
ber einki til
so skal posta sendast
til onkran privatan
øll í einskildari alneyð
fingu bæði
post og kolera
sum virka verri
og kostar meiri
sum postmodernað ferðavinna

(Høgni Mohr)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo