Í kjaki er tað ofta hann ið órættin hevur, sum harðast rópar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kringvarp Føroya vísir á páskum nýggja stuttrøð í sjónvarpinum um Hargaskaldið Poul F. Joensen. Hetta eru sendingar í røðini "Kendir føroyingar", sum Kringvarpið við jøvnum millumbili hevur havt á skránni tey seinnu árini. Sendingarnar eru um ein tíma til longdar hvør. Suni Merkistein og filmsfotografurin Hans Petur Hansen hava gjørt nýggju stuttrøðina.

 

Skaldið

Poul F. man vera ein av kendastu og best umtóktu føroysku yrkjarum. Í nýggjari tíð hevur fólkasangarin Hanus G. Johansen veitt honum stórfingna uppreisn við sínum mongu sangtulkingum av yrkingum hansara. Poul F. er gitin sum samfelagsrevsandi yrkjari, ivaleyst hin fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Djarvur og bersøgin lýsti hann við broddi, speii og skemti evni, sum vóru forboðin og viðbrekin.

 

Hann dugdi kortini annað enn at prika og øsa. Hann var fullbúgvið skald, hevði hollan málsligan førning og vítt útsýni, fosturlandsalskur rennur úr nógvum yrkingum, kvinnuni fagnar hann eisini við heitum og sansaligum orðum, men undir øllum bilgist høvundans djúphugsan um tilveruna og ævinleikan.

 

Stutt um sendingarnar

Í fyrra parti av stuttrøðini um Hargaskaldið, fáa vit søguna um barnaárini í Sumba fyrst í farnu øld, um lestrarárini í Havn, árini sum lærari og familjumaður í Froðba, um frumútgávuna "Gaman og álvara", rumblið um lærarastarvið, sum endaði við, at hann fór úr hesum yrki longu í 1926, um royndirnar at fóta sær sum verkamaður og dagleigari, um vaksandi rúsdrekkanýtslu og tráan eftir viðurkenning, og um persónligan sorgarleik.

 

Í seinna partinum verður greitt frá áhaldandi stremban hansara at verða viðurkendur sum eitt av fremstu skaldum í Føroyum. Poul F. kendi seg at vera fyri vanbýti og mismuni sum hitt umstrídda og forfjónaða útjaðaraskaldið. Hann fór í hernað móti tí, ið hann skírdi hitt mentanarliga parnassið í Havn. Hann kennir seg tvíbýttan. Heimkærur er hann sum fáur, og unnist tí best í Suðuroy. Túrarnir á seiðabergi eru honum styrkjandi og linnandi til likams og sálar. Kortini kennir hann seg einsamallan og skerdan, tí í Suðuroy er ikki eitt livandi bókmentaligt og mentanarligt umhvørvi sum í Havn.

 

Honum leiðist við dagliga gerningin sum traðar- og verkamaður, hann iðrar seg óivað um, at hann kendi seg noyddan at siga lærarastarvið frá sær, tó at hann vildi vera við, at lærarayrkið var mest andsoyðandi starv, ið hugsast kann. Kanska er tað ein mistrivnaður, sum ger, at hann sum frá líður gerst alt meira váttligur. Poul F. var tiltikin barngóður, og við abbabørnini var hann alskin og eymur. Hann fer seinni aftur á slóðina at yrkja kvæði, vit hoyra um jólaferð til Sumbiar, og hvussu sterk løtan kendist honum, tá ið bygdamenn hansara 2. jólakvøld fóru á gólv við kvæði hansara, "Stríðið á Húnalandi".

 

Hóast hann á seinni árum fekk almennar viðurkenningar sum ein av okkara dyggastu rithøvundum og yrkjarum, kendi hann seg kortini øll árini forsmáddan og undirmettan. Stóra endurvekingin, sum Hanus G. Johansen fleiri ár seinni íbirti við sínum fólksligu sangútgávum av yrkingum hansara, rungar nú sum eitt ekkó av tí, ið Poul F. í kenning plagdi at siga, og onnur tá flentu at: eg livi, um eg doyggi!

 

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen hava gjørt sendingarnar um Poul F.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo