Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tróta ikki løg til sangirnar Poul F. yrkti. Hetta er serliga Hanusi G. Johansen fyri at takka. Men so var ikki fyrr.

 

Ein var tó sum gjørdi løg til sangir eftir Poul F.

 

Tað var Regin Dahl.

 

Í Atlantsløgum eru trý av hesum løgum varðveitt.

 

Nr. 83 er Jarðarferðin.

 

Nr. 156 er “Tú hevur tær dýrastu perlur”. Hetta er ein týðing eftir mæta týska skaldinum Heinrich Heine. Vanliga verður sagt at talan er um eina leysliga týðing, men við at samanbera upprunayrkingina við týðingina sum Poul F. hevur gjørt, sæst einki til at lopið er upp um har garðurin er lægstur.

 

Nr. 157 er Sjómansgentan, “Tú lýsti, tá ið fyrst eg teg sá”.

 

Poul F. var sera glaður fyri, at Regin gjørdi so mikið stás burturúr. Men Regin gjørdi bara løg til sangir, sum hann helt vera góðar, og sum høvdu uppiborið at gerast fólkaogn. Tí gav hann Poul F. riddaraslag við at tónseta sangir eftir honum.

 

Zakarias Wang

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo