40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

Í gjár sendi Magni Laksáfoss, fyrrverandi tinglimur í Sambandsflokkinum, fráboðan út, har hann kunnaði um, at hann hevur tikið seg úr Sambandsflokkinum.

Hjá summum kom hetta sum eitt sjokk, men hjá øðrum var tað altíð væntandi, at Magni Laksáfoss fór at taka seg úr Sambandsflokkinum.

Fleiri gitingar hava síðani verið um, hvør orsøkin mundi vera til at Magni Laksáfoss tók seg úr flokkinum júst nú.

Men høvuðssorsøkin til, at Magni Laksáfoss tekur seg úr Sambandflokkinum nú, er tilboðið, sum hann hevur fingið frá Poul Michelsen, formaður og stovnari av flokkinum Framsókn.

Og sum skilst kom hetta tilboð í tøkum tíma fyri báðar partar.

Við VP sigur Poul Michelsen, at satt er at onkrir fundir hava verið millum seg og Magna Laksáfoss, har hann fekk í boði at gerast formaður í flokkinum, hevur hann hug til tað.

- Eg dugi væl at síggja, og tað gert tú helst eisini, at eg gerist ikki yngri við árunum, og skal tað smíðast, so má tað gerast, meðan jarnið er heitt, sigur Poul Michelsen í stuttari viðmerking.

Spurdur um hetta eisini fer at gera Magna Laksáfoss til landsstýrismann, svarar Poul Michelsen, at sjálvandi ger tað tað.

- Eg tími ikki bara at vera til pynt.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo