At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hitti hann undir arbeiði fyrst í 1970’unum, táið E. Pihl & Søn tókst við at leingja báðar havnarmolarnar við Eystaru- og Vestaruvág og at avrika tilriggingarmolan við Fiskacentralin – meðan tann stóra útbyggingin av hospitalinum hæsaði av.

Aðalborin
Teir báðir, Dánjal Pauli í Búðini, vitandi bóndi á Velbastað, seinni landsstýrismaður, stóðu undir skipasmiðjuni og skiftu orð saman.

Tá steðgaði Poul mær óvæntað og helt fyri: “Tú-ú, eg kenni teeg! Tí, abbi tín, Óli, hann var føddur og uppvaksin Úti á Bø, har sum eg, táið eg ríði um Kirkjubøreyn, plagi at hyggja oman á – til hetta frágingna bygdarlagið - tú.”

“Ja, og TÚ ert slektaður frá “trælunum” har Úti á Bø, meðan eg, EG eri í slekt við “ADELIN” í Kirkjubø, tú!”.

So litríkur
Soleiðis. So beint fram. Glósandi, argandi og skemtandi - alt í einum og ei undur í - at eg “fall fyri” Poul Mohr frá fyrsta atláti av.

Hetta herliga, bersøgna orðalagið, sum - okkara millum – helt á fyri lívið, og tað óansæð, um vit hittust um havnarøkið, á gøtuhorni, í veitslu ella í ervi.

Aftan fyri hetta serstaka skemtið goymdi seg tó tann sannroynd, at Poul var ein ovurhonds ágrýtin og gløggur vinnulívsmaður, sum við høvi væl kundi geva bæði rein og greið beskeð undir andróðri ella tungum tøkum millum margfaldu uppdrøgini, sum rakstur av skipasmiðju tá - og enn við – mátti lúka.

Tá hendi tað, at ein skarpur skvampur fór yvir dekkið, men skjótt var nosið av, tí fyllingin fór lúkst í lensiportrið – og var ikki til meir...

Tí, Poul var í sama viðbragdi aftur tann sami - alsamt purrandi ung og eldri, høg og lág – stórsmílandi undir tí eyðkenda ljósa, livandi og purluta hárinum.

Óðalsættin
Í sannleikans áhuga kann viðmerkjast, at okkara “vesala” ætt er frá Niclasi á Bø, uppsitara hjá Mülleri, sýslumanni, og Niclas búði í norðaru helvt av sambygdu leingjuni Úti á Bø. Toftin er til enn.

Og úr sunnaru helvt - hjá Byrgis-Jógvani (pápa ta tiltiknu Rakul á Bø), ið var uppsitari hjá Jóannesi Bónda - er eitt nú Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, ættaður.

Hinvegin var skyldkona Pouls, Geya Mohr, gift við Pálli Bónda (1894-1967) í Kirkjubø, og Poul var - umvegis mostrina, Olgu - systkinabarn við Birnu Sjúrðardóttir.

Birna, ið sjálv var við, sum skrivliga lýsti so væl tað skemtiligu tragi/komisku bataljuna, táið S/s “Barjama” fór á land - og síðani bleiv volað - Úti á Bø, tann 26. januar 1952.

Birna og Barjama
Táið fútin, Landau, so áhaldsin gav “vrakið” upp fyri skutil, so at tess farmur “í góðari trúgv” kundi “rænast”, og sum tí floymdi út um allar bygdir og geilar í nánd, so sum stólar, teppi, linolium, amboð, skjúrtur, stivlar, mjøl, sukur og tubbak - umframt vín og likørur, at fukta eina vørr við, og sterkari løgur til eitt spískari hirs upp undir góman.

Henda herliga herferðin helt á, til einki var eftir. Og tann fjaðursári fútin sat nipin við hús - sum lundi sligin á nevið – alt ov seinur at avlýsa hetta rára “sjóránið”.

Birna: “So stak fittir teir, sum gingu á stýrimansskúla tann veturin. Oddfríður og Frans úr Gøtu, Ovi í Gerðinum og Poul Mohr, systkinabarnið. Menn, sum høvdu dansin undir sær í sjónleikarhúsinum mánakvøldið eftir, har ikki so fáir vóru prýddir í fínastu “Van-Heusen-skjúrtum” og onkrir í klovstivlum við..!”.

Hin ættin
Í kalllegg eru í ættini hjá Poul fleiri kend fólk úr Hoyvík og Havn. Eitt nú pápin, Kjartan Mohr, sum fór undir bátasmíð í Sjarpholinum og bygdi upp eina skipasmiðju, sum gav úrkomu upp til einar 200 familjur. Kvennleggurin er úr Hvalba, og vit kunnu taka við her ein ráka um lyndi teirra haðani.

Poul átti ein stillføran og avhildnan mammubeiggja í Havn, Edmund Holm (11.02.1904 - 18.01.1986). Lærdur hovmeistari, ið ungur sigldi úti og varð avbyrgdur í USA undir krígnum; og tá Edmund bleiv tilnevndur deildarleiðari fyri innkeypi av provianti og vørum til skipafelagið A.P. Møller - “Over There”.

Páll og Edmund
Páll Poulsen, leiðarin av barnalegunum í Suður-Grønlandi, hitti seinni í USA tann kenda bíbliulæraran William MacDonald (fleiri av ritum hansara finnast á føroyskum), sum bað Páll endiliga heilsa sínum góða vini, Edmundi.

Eitt vinalag spurdist úr hesum, og Edmund bað Páll tala yvir seg; men við hesi áheitan: “Ikki tala um meg – men ber fram ein evangeliskan boðskap.”

Men, táið Denna Mohr (1899-1992) og Olga Patursson (1906-1996) komu í Ebenezer at fylgja beiggjanum, nevndi Páll hesa avmarking í talu fyri teimum.

Men tá segði Denna: “Ja, ja, Edmund var eitt stás! Men tað ger einki, um tey, sum fylgja honum í dag, vita, at tað ER Edmund, ið fer til gravar (!)”. Og so varð.

Minnist enn, hvussu gripin Poul Mohr stóð á gravarbarmi, táið hann har hevði eitt stutt orð um mammubeiggjan: “ ... og nú fór Edmund, sum alt sítt lív bara hevði biðið gott niður yvir øll síni næstu í eini trý - fýra ættarlið.”

Gløgt eyga
Ein dagin kom eftir avtalu eitt sjakk av útlendskum handverkarum at arbeiða á Skipasmiðjuni. Táið hesir komu út úr bussinum vóru teir ólátaðir, stýrdu við ár, kalass við x-andi beinum.

Poul las skjótt støðuna av og bað teir beinanvegin fara inn aftur í bussin – og avstað aftur - við sama farti.

Tí vantandi virðing fyri arbeiðsplássi, handverki og føroyingum, góðtók Poul ikki. Hetta segði ein maður, sum tá stóð har tætt hjá. Soleiðis var Poul eisini.

Sanggleði
Minnist væl frá fleiri veitslum í sambandi við avhending av loknari verkætlan við Tórshavnar Havn o.a. - hvussu væl øll hesi fýra væl hýrdu systkini sungu við: Høgni, Poul, Diddan og Jens, og tey tóktust at duga allar sangirnar uttanat.

Sagt var bæði um Kjartan og Poul, at uttan mun til hvussu seint ið teir høvdu verið uppi kvøldið fyri, so vóru teir á Skipasmiðjuni morgunin eftir klokkan sjey.

Søgurnar eru mangar
Kendast er søgan um tann svøvnpískuta unglingin, sum - klokkan gott átta - knappliga hoyrir eina rødd: “Hoyr, túú, hin gamlee, tú ert forseinir. . .!”

Og hin svarar: “Tað rakar ikki teg - eg arbeiði ikki hjá tær!”

Og Poul aftur: “Tað er líkamikið – tú ert for seinir, álíkavæl ..!”

Bæði Kjartan og Poul dugdu so væl at fáa gott fólk í arbeiði á Skipasmiðjuni. Og ikki sørt av góðum LITRÍKUM fólkum við.

Petur W. Háberg og Sverri Dahl
Petur og Sverri vóru í mong ár sonevndir “internir revisorar” hjá Skipasmiðjuni.

Petur hevði gott tak á tølum og hevði skrivað ein bókling um skatt. Sverri hevði lisið teologi og fornfrøði, har ið bókhald og tey neyvu tølini (aftan fyri komma) ikki júst vóru so átrokandi.

Sverri kundi á ólavsøku bera kantatuna, sum ein silvur-tenorur á Tinghúsvøllinum, og alt tað, ið hann læt skrivliga úr hondum, var serstakt og væl handfarið.

Petur kundi vera kensluborin (romantiskur) við síni vøkru, ljósu Geila-rødd. Og Sverri - ikki minni! Men tað riggaði bara væl, kortini (!).

“Sverri kundi millum tær turru noturnar - um boltar, besløg, rustbankan, múnju, feitt og garnering - fáa SKÆRAR RÓSUR OG LILJUR at blóma upp millum DEBET OG KREDIT”, fortaldi Petur(!).

Singapore
Tey, sum skuldu samstarva við Poul, máttu tíðum væntað sær nakað óvæntað. Ein nýkomin genta á skrivstovuni tók telefonina, ein morgun hon ringdi, og gjørdist so púra paff, - tí úr horninum ljómaði ein ljós mansrødd, syngjandi:

“Sildarok í Singapore, rukkulív í London Town,
– einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka og tín bummullsvest,
so fara vit í býin, nú skal tað verða fest!”

Onkur annar kom tá til og avdúkaði sáttliga, so sum var: “Hatta er bara STJÓRIN hjá okkara, sum nú - veruliga var staddur í Singapore - saman við Hilmari Kass við einum skipi, ið teir skulu avhenda har á leið (!)”.

Og Poul vildi líka - við hesi innleiðing – vita, hvussu við visti, her heima á klettunum...

Peter Bjerre og Poul
Við fyrru havnarvíðkan í 1950’unum var atløgudýpið ásett til umleið 7 metrar, men við leingingina av molanum 20 ár seinni varð dýpið ásett til minst 9 metrar.

Tær gomlu berokningarnar av kistunum úr betongi hildu tí ikki, og tí var ein kønur verkfrøðingur, statikari, Peter Bjerre, settur at útrokna nýggja armering o.a.

Petur gjørdi eisini okkurt arbeiði fyri Skipasmiðjuna, hann var ein lágmælt og smæðin typa. Og við ársenda ringdi Petur til Poul og nevndi varisliga nakað um, at hann hevði sent eina beskedna rokning a’conto fyri gjørt arbeiði...

Poul: “ Hvad! Skal du nu også ha’ PENGE? Du blev opvartet sum ein prins i sommer og fik dertil ved afrejsen en hel, ekselent kagge SILD fra mig!?”

Petur bleiv púra perpleks: “ Ja, ja, undskyld, ganske rigtigt, så fin sild, som naturligvis skal trækkes fra regningen, det må du, meget, meget, undskyl...!

Men tá stórlæði Poul – og so Petur ikki minni – og allur peningurin varð fluttur við ein glans – og uttan nakran frádrátt fyri “en kagge sild”! Vitiliga tað.

Ja, kulturur, tú
Poul: “Tú heldur helst, at Skipasmiðjan hevur onga mentan, ha? Jú, vit leggja munandi lunnar undir mentanarlig avrik(!).

Nøkur ung lesandi vóru her í arbeiði eitt skifti. Og stutt eftir framleiddu tey ein heilan SJÒNLEIK - um tað KULT-UUR-SJOKKIÐ, ið tey fingu – av at vera millum vanlig slitmenniskjur(!).

Og nú verða hesi - tá ungu - beprísað fyri teirra list, sum eitt úrslit av hesum sjokki! Og “Geyta” – kalla tey nakað - og vita ikki ein gang av, at Dia á Bø var nógv tann fyrri – og at vísa RÆTTILIGAR filmar – langt áðrenn Herálvur hjá Geytanum!”

Lønarsamráðingar
At finna semjur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum er eyðvitað ikki altíð líka lætt. Bylgjurnar kunnu ganga høgar - við verkfalli og verkbanni í havsbrúnni.

Men, tað skuldi vera so ómetaliga skemtiligt at sita undir, táið eitt nú garpar sum Thorstein Vilhelm, Jens Pauli av Reyni, Poul Mohr og Hanus Joensen á Heygnum úr Hvalvík skuldu føra – ja, harðar og krevjandi sáttmálasamráðingar - verður sagt frá.

Tí teir kendust so væl, og dugdu tí eyðvitað væl at lesa hvør annan av. Og vunnu á mál.

Besta bókin
Poul segði (smílandi, sjálvandi), at besta bygdarsøgan, ið hann hevði lisið, var “Fólkini Úti á Bø”. Og hvussu var og ikki, hann hevði lænt onkrum bókina, so eg bar honum eina aðra yvir á “Tjarnargarð”.

Og góði versonur hansara, Hanus Joensen, skúlastjóri, setti seg (ella bleiv settur?) at lesa alla bókina ígjøgnum fyri Poul, sum kendi, so væl sum nakar, bæði fólkini og alt tað umhvørvið, ið bókin handlar um.

Ein sonur – sínum pápa líkur – heilsaði mær herfyri í einum ervi við tøkk fyri, at eg og Hanus høvdu forlongt lívsskeið pápans við einum hálvum ári (sum tað tók at lesa bókina), tí Poul vildi hava alt innihaldið við – heilt til tað seinasta(!).

Poul og eftirmæli
Eg hevði skrivað nakrar reglur um E. Pihl & Søn - 40 ár í Føroyum - og nevnt m. a. um lítillátna svágin hjá Poul, Sten Balle o.a.

Poul var har beinanvegin: “Tú skrivar um teir! Nær fert tú at skriva um MEG?” Og eg so gjørdi, táið hann fylti 85 ár.

Her er so seinni partur frá mær um Poul Mohr - í allari ótilstrekkiligheit - og beri tit vinaliga, afturvirkandi yvir við hesum(!).

Á Tjarnargarði
Rossamaður var Poul um ein háls. Sárt er hjá summum at eldast. Á búnum aldri fekk Poul mein av einum ólátaðum rossi. Og seinastu tíðina kom hann tí at halda til á Tjarnargarði.

Eg vitjaði hann har av og á, kamarið var ikki stórt, men huglagið var tað sama: “Ja, kom inn, kom inn! Hetta er eitt 5-stjørnað hotell, tú! Og her verði eg forkelaður - út um øll mørk!”

Seinastu ferð, ið eg sá hann, var Anna har, og tær tríggjar systurdøturnar hjá honum, Kristin, Gitta og Gunvør, sum vitjaðu mammubeiggjan.

Lagið var gott, og Poul helt fyri: “Nú hava longu 127 fólk vitjað meg henda mánaðin!”

Og eg: “So, kanska, tú stillar upp til komandi val?”

“Ja, hví ikki tað!?”, segði Poul.

Samanumtikið
Poul hevði eitt so óspekt, hittinorðað dreingjalyndi og -kæti alt lívið, sum vit alsamt hittu hjá honum - og kendu ogn í - sum eitt rárt, svalandi kelduvað - undir øllum teim gerandisligu avbjóðingum, ið lívið nú einaferð ber einum – og bar honum og hinum við - men sum aldur og umstøður ongantíð vunnu á.

Arnstein Niclasen

Les eisini:

Fellisárið 2018

Fellisárið 2018, 2. partur

Fellisárið 2018, 3. partur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo