Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Nú er slutt við at útseta alt skriviarbeiði

Kom á skeið 5. mai og fá ordiligt glið á skrivingina, so tað frameftir verður hugaligt at arbeiða við skriviuppgávunum.

Kveikjandi og stuttligt
Undirvísarin hevur skrivað bókina “Flowskriving – vejen til flydende processer”, sum er sera væl umtókt. Skeiðið er bæði inspirerandi og stuttligt og tú fært góð amboð, sum tú kanst brúka framyvir, um stígur kemur í skrivingina.

Undirvísarin er spesialiseraður í skrivitilgongdum
Undirvísarin er rithøvundur, cand. phil. í donskum og spesialiseraður í skrivitilgongdum. Hann hevur harumfram eina útbúgving sum coach.

Fá skriviarbeiði frá hondini nú
Hugsa tær at fáa ársfrágreiðingina, fundarfrásøgnina, marknaðarætlanina, greinina, t-postin, bókina... ja, ella hvat tað nú enn er, sum bíðar eftir tær, frá hondini? Og at fáa nøkur amboð, sum tú altíð kanst hála fram, um stígur aftur skuldi komið í skrivingina.

Fleiri pláss eru longu farin
Fleiri pláss eru longu farin, skalt tú tryggja tær eitt, bíða ikki ov leingi. Les meira á www.synergi.fo ella HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo